Tíðindaskriv 05-12-2019
Ov fá ung spara upp til bústað
Sethúsaprísirnir eru vaksnir nógv seinastu árini, men sambært tølunum hjá Betri Banka, so fylgiruppsparingin hjá ungum føroyingum ikki við. Tað eru sera fáir kundar millum 18 og 35 ár, sum spara upp tilbústað.
Harvið verður tað trupult hjá teimum at gjalda eginfíggingina, sum skal til fyri at fáa bústaðarlán. Í flestuførum er talan um 10% av kostnaðinum, sum skulu til í eginfígging. Tað merkir, at um tú skalt keypa eini húsfyri 2.000.000 krónur, so er vanliga kravið, at tú leggur 200.000 krónur í eginfígging.
Sambært tølunum hjá Betri Banka eru fáir kundar millum 18 og 35 ár, sum hava slíkar upphæddir íuppsparing.
Bara 1,4% av kundum millum 18 og 35 ár spara upp á eini Bústaðarkontu, har pengarnir eru beinleiðis settirav til bústaðarkeyp.
- Tað er týdningarmikið, at ung seta til síðis, so tey kunnu fáa teirra dreymar um eitt heim uppfyltar. Taðstendur kanska ikki ovast á listanum hjá ungum at seta nakrar hundrað krónur til síðis um mánaðin, mentað kann vera virðismikið, tá húsini ella íbúðin einaferð skal keypast, sigur Margareth Djurhuus,rakstrarleiðari í Betri Banka.
Sethúsaprísirnir hava verið støðugt vaksandi seinastu árini. Í dag er miðalprísurin á einum sethúsum íTórshavn beint undir 3.000.000 krónur, meðan í størri bygdum og býum er miðalprísurin umleið 1.450.000krónur.
Til samanberingar var miðalprísurin á sethúsum í Tórshavn umleið 2.000.000 krónur fyri 10 árum síðani og ístørri bygdum og býum var miðalprísurin umleið 1.000.000 krónur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald