Mentan

??rgrynna av tónleikaupplivingum í Mentanarvikuni

...

2019-04-17 15:00 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

??rgrynna av tónleikaupplivingum í Mentanarvikuni

Mentanarvikan í Runavíkar kommunu er karmur um eina ørgrynnu av tónleikaupplivingum í næstu viku.

Okkurt er til hvørt oyra. Bólkar og einstaklingar umboðandi allar greinar innan tónleikaheimin verða at hoyra hesar dagarnar. Og hølini fevna frá Løkshøll til kirkjur, kampingplass, handlar og stovur.

Størsti pallurin í økinum, Løkshøll, skipar fyri stórfingnum konsertum í vikuskiftinum. Fríggjakvøldið 26. apríl verða bólkarnir VSJ og Beinir at hoyra í Løkshøll, og leygarkvøldið 27. apríl trínir danski superbólkurin TV-2 á pallin í Løkshøll.

Tó er hópin av øðrum tónleikaframførslur alla vikuna á ymsum hølum og ymsum bygdum í kommununi.

Undir setanini í Skótahúsinum við Løkin annan páskadag kl. 14 framføra Jassarnir og Allan Tausen og Edith Dahl Jakobsen. Seinni sama dag, kl. 17, verður fernisering við tónleikaframførslu við Marionnu og Ragnar Finnsson í hølunum hjá Visit Runavík. Kári Sverrisson framførir í samband við tiltakið "Skonnartin Kongshavn" í estetiska salinum í Bylgjuni kl. 19.

Týsdagin 23. apríl er morgunsangur í Skála skúla kl. 8.45. Kl. 16.15 framføra Elsa Maria Dam og floytunæmingar úr Nes Sóknar Musikkskúla í samband við søguløtuna við Rakel Helmsdal á Bókasavninum við Løkin. Countrykongurin, Hallur Joensen, framførur á kampingøkinum í ??ðuvík kl. 18.30, og kl. 19 spælir Hanus G. Johansen í samband við ferniseringina av myndlistaframsýningini "Ljós og litir" á Bókasavninum við Løkin. Lena Anderssen framførir eina stovuknsert í Glyvralon kl. 19.30, og kl. 21 spælir Uni Debess í samband við tiltakið "Three Days of Peace and Music" á bókasavninum við Løkin.

Klavernæmingar hjá Tóra Restorff Jacobsen framføra mikudagin 24. apríl kl. 17í samband við fyrilesturin hjá Turið Sigurðardóttir, "Magi og modernitet", í skúlanum í Oyndarfirði.

Hósdagin 25. apríl, flaggdagin, framførir Hans Andrias í á Bókasavninum við Løkin í samband við bókaframløguna av "Ikki fyrr enn tá" hjá Oddfríður M. Rasmussen kl. 16. Bólkurin Dubium hevur forkunnuga stovukonsert í Rituvík í Rituvík kl. 17. Og Martin Joensen hevur stovukonsert í Glyvralon á Glyvrum kl. 19.30. Nes Sóknar Musikkskúli skipar fyri orkesturkonsert k. 20 í Glyvra kirkju.

Jens Marni hevur útikonsert á balkongini hjá Betri í Saltangará kl. 19 fríggjadagin 26. apríl. Kl. 20 hevur TOS tónleikaframførslu í Bank Nordik í Saltangará. Kl. 21 eru bólkarnir VSJ og Beinir at hoyra í Løkshøll, og kl. 23 framførir Signar í Homrum á MC Barr í Saltangará.

Leygardagin 27. apríl hevur Gwendolyn Philbrow eina tónleikaframførslu í kirkjuni í Elduvík kl. 15, hetta er beint undan framløguni hjá Ann Ellefsen, lektara, um skaldið og listamannin William Heinesen, sum verður sama stað. Og eftir framløguna framførir Marius Ziska í kirkjuni. Kl. 17 spæla Jassarnir í Berglon í Saltangará. Danski bólkurin TV-2 framførir í Løkshøll kl. 21, og Jens Marni spælir í MC Barr frá kl. 23.

Sunnudagin 28. apríl er Løkshøll karmur um operasøgnina "Vølvunnar dómur" kl. 14. Kl. 19.30 er útgávukonsert í Løkshøll við Kára Sverrisyni og Hans Jacob Kollslíð v/ bólki í samband við útgávuna "Við Eystanduni".

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder