Country & Blues festivalurin hevur ásett dato fyri festivalin í 2020. Festivalurin verður 11.-13. juni 2020.
Ongantíð fyrr hava so nógvir gestir vitjað Country -& Blues festivalin í Sørvági sum í ár. Við gott 3000 gestum og 180 kampingvognum er festivalurin farin afturum í øllum góðum.
Festivalurin varð hildin í framúr góðum veðrið og vi?? stórslignum konsertum, og ikki at gloyma góðum barnatiltøkum.
Uttan góðum eldsálum, hjálparfólkum, ítróttarfeløgum, stuðlum og Sørvágs Kommunu hevði festivalurin ikki verið til, og tað vil festival nevndin takka øllum fyri.
Bíleggingar fyri húsvogna pláss eru longu nú farnar í gongd fyri festivalin í næsta ár og sølan av atgongumerkjum verða á til sølu frá 01.juli 2019.
Festival nevndin vil eisini takka øllum teimum sum komu til Sørvágs á festival og vóna at síggja nógv fólk aftur til í næsta ár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald