Mentan

Ongantíð fyrr hava so nógv vitjað jn.fo

...

2016-12-27 21:37 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
Ongantíð fyrr hava so nógv fólk vitjað jn.fo, sum tað gjørdi í seinastu viku frá 19/12 til 25/12.

Vit høvdu 25.708 brúkarar á heimasíðuni, og teir vitjaðu 70.703 ferðir, og blivu tað til 171.127 síðuvísingar á jn.fo í seinastu viku.

-Seinast vit settu eitt nýtt met, var í summar tá ið vit náddu 128.779 síðuvísingum, og eru vit sera glaðir fyri, at fleiri og fleiri brúka okkum, tað ger tað hugaligari at arbeiða við jn.fo, sigur Jóanis Nielsen..

Tað eru vit báðir feðgarnir Jóanis ??? og Jóanis Albert Nielsen ið standa aftanfyri heimasíðuna.

Hesa seinastu vikuna, hava sera nógv fólk fylgt við veðrinum, og teimum mongu jólaheilsunum ið hava verið úti á jn.fo, somuleiðis nýggja flogfarinum hjá Atlantic Airways.

Fimm tær mest lisnu søgurnar í síðstu viku vóru hesar.

1Filmsbrot av Velbastað

2. Myndir frá fyrsta túrinum við nýggja Airbussinum

3. Filmsbrot av nógva briminum í Mykinesi

4. Flogskiparin Sámal, fleyg saman við Kára

5. Tað verður ódn jólaaftan, jóladag og 2. jóladag

Sí listan hjá Gallup her.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder