2013-12-15 15:11
??ll skipini komu inn í gjárkvøldið. Tey seinastu sum komu undir land vóru trolararnir, sum royndu norðanfyri - Ametyst, Jaspis, Beinisvørð, Vesturleiki og Brestir, teir hava í nátt krokað útfyri Viðvík. Stelkur og Bakur hava krokað undir Nólsoynni í nátt, Stelkur og Bakur eru nú áveg norður um at kroka. Hini skipini eru øll komin í havn.
Línuskipið Váðasteinur kom eisini inn undir land norðanfyri seint í gjárkvøldið. Váðasteinur kom vestanífrá, helst hevur hann roynt á Rygginum, ella møguliga er hann komin undan Íslandi. Váðasteinur er komin á Havnina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald