??ll Norður- og Baltalond lesa í felag undir Norðurlendsku bókasavnsvikuni 14.-20. november
Norðurlendski felagsskapurin stendur sum sterkast, tá ið størsta norðurlendska upplestrartiltakið fer fram við meiri enn 150 00 luttakarum - dupult so nógvum sum á Roskilde-festivalinum! Mánadagin 14. november savnast børn, ung og vaksin um øll Norður- og Baltalond, tá ið tey um sama mundi fara at lesa upp úr sama teksti. Fyri 20. ferð verður skipað fyri Norðurlendsku bókasavnsvikuni við tí endamáli at varpa ljós á norðurlendskar bókmentir og at halda gamalt frásøgukynstur í hevd.
Kanska fer Norðurlendska bókasavnsvikan at seta óalment heimsmet, tá ið lisið verður upp í meiri enn 2000 skúlum og bókasøvnum um øll Norður- og Baltalond. Tá tað er sum myrkast her norðuri hjá okkum, tendra vit eitt kertuljós og lesa eina søgu. Hetta hevur verið aðalmálið fyri Norðurlendsku bókasavnsvikuna í meiri enn 20 ár. Bøkurnar til upplesturin í ár eru Summarið hjá Gudmundi eftir norska rithøvundan Stian Hole, Allatta! 2040, ið er stuttsøgur eftir ungar grønlendingar og Vatnvørðurin eftir finsku Emmi Itäranta. Í norðurlendskum bókmentum finna vit framúr perlur, ið vit ynskja at fáa fram.
"Í dag verða vit áhaldandi órógvað av telefon, teldu og sjónvarpi, um vit vilja tað ella ikki. Við upplestri og skaldskapi fáa vit eina hvíld í rokmikla gerandisdegnum og møguleika at fordjúpa okkum í einum øðrum heimi - bókmentaheiminum. Felagsskapurin, sum myndast av at lesa upp sama tekst í meiri enn 14 londum samstundis, er ótrúligur og skapar eitt
serstakt norðurlendskt samband". - Anne Malmström, verkætlanarleiðari Norðurlendsk bókasavnsvika.
Bókasavnsvikan, ið hevur Norðurlond sum fokus, er vika við ørgrynnu av bókmentum, upplestri, framsýningum, kjaki og mentanarligum upplivingum fyri túsundatal av børnum og vaksnum. Kanska verður skipað fyri upplestri í onkrum skúla ella bókasavni, nærindis har tú býrt? Líka úr Grønlandi fyri vestan og til Hvítarusslands fyri eystan skipa smáir og stórir stovnar fyri upplestri sum liður í Norðurlendsku bókasavnsvikuni 2016.
"Tað er ein góður siður, tá Norðurlendska bókasavnsvikan ger tað lætt at skipa fyri nøkrum so serstakum, samstundis sum at tað er púra ókeypis. Og øll hava møguleika at skipa fyri onkrum, uttan mun um tað er nógv ella lítið. Okkara bókasavn hevur í fleri ár skipað fyri upplestri fyri børnum"- Annika Egholm, býarbókavørður, Klaksvíkar bókasavn
Tendrið eitt kertuljós og lesið eina søgu undir Norðurlendsku bókasavnsvikuni 2016.
Anne Malmstöm
Verkætlanarleiðari
Tlf: +45 53693066
t-postur: [email protected]
Heimasíða: www.bibliotek.org
Marjun Patursson
samskipari í Føroyum
tlf. 516274
t-postur: [email protected]
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald