Mentan

Olaf Olsen hugleiðir um sjó- og vinnulív sítt

...

2020-02-19 19:42 Author image
Dávur Winter
placeholder

Olaf Olsen huggleiðir um sjó- og vinnulív sítt hósdagin 20. februar í Torravikuni í Betesda.

Kl. 10.00 á Torrakaféini:Frá línuskipi til trolarar til trollvirki??? (Vónina). Vitin syngur og boðin verður ein góður drekka- og kaffimunnur

Olaf Olsen, fyrrverandi politikari, landsstýrismaður, skipari, reiðari og vinnulívsmaður hevur hollar royndir og gevur stundum sítt íkast til samfelagskjakið ??? tá oftast við hugleiðingum um fiskivinnuna.

Lívsleiðin byrjar, sum hjá so mongum ungum manni tá, á sjónum. Hann var fyrst nøkur ár við línu við Atlantsfarinum, men skjótt kom hann umborð á trolara, millum annað í Íslandi, har hann eftir stuttari tíð gjørdist ein sera dugnaligur og avhildin trolmaður.

Olaf var skipari í nógv á m.a. Vágbingi og ??lavi Halga.

Í 1969 keypir hann saman við Jákup Oluf á Lakjuni, og Sámal Jacobsen úr Fuglafirði, Otto Dam úr Porkeri og Janus av Reyni úr Havn, hekkutrolaran, Vónina. Teir sóu tørvin á, at onkur var til at veita og umvæla útgerð, og tað varð byrjanin til, at Olaf Olsen fer uppá land fyrst í 70???unum og stovnsetur trolvirkið Vónina.

Tað vísti seg skjótt, at sanniliga var brúk fyri slíkum virki, har eisini Olaf rættiliga fekk oyst av síni vitan og royndum. Vónin er fleiri ferðir síðani bygd út m.a. við royndarhyli, har rættiliga ber til at síggja hvussu trolini hátta sær við teimum ymsu smáu og størru broytingunum.

Vónin gerst og er ein víðakend og avhildin fyritøka ??? langt útum landoddarnar.

Olaf hevur í rúma tíð skrásett sær hópin av hagtølum um fiskivinnuna, serliga umvegis Cuba-bátarnar, ið hann reiddi út umvegis P/F Beta.

Olaf Olsen hevur, um nakar, royndir frá fiskivinnuni og við hvørt viðmerkir hann eisini støðuna í fiskivinnuni út frá sínum royndum, hann hevur - bæði á sjógvi og landi.

Í 1980 fer Olaf uppí politik og verður valdur á ting fyri Fólkaflokkin. Hann var eisini landsstýrismaður í fiskimálum og eisini í heilsumálum. Í 1994 gavst Olaf Olsen í politikki.

Jú, Olaf Olsen hevur nógv at siga frá, so áhugavert verður at líða á hósdagin í Torravikuni kl. 10 í Betesda.

Betesda

Hósdagin 20. februar kl. 10.00

Torrakafé:Frá línuskipi til trolarar til trollvirki ??? Olaf Olsen

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder