Mentan

??keypis útisetakvøld á Norðuratlants Bryggjuni

...

2016-09-20 15:48 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

29. sep. skipar BankNordik fyri ókeypis útisetakvøldi á Norðuratlants Bryggjuni í Keypmannahavn, har útisetin og føroyska mentanin eru í hásæti. 

Endamálið við kvøldinum er at skapa karmar um eitt hugnaligt, føroyskt kvøld, ið fær føroysku útisetarnar at kenna seg eitt sindur nærri Føroyum eina løtu. Umframt at borðreiða við einum góðum úrvali av tí besta, ið Føroyar hava at bjóða, er endamálið eisini at veita kunning til útisetar, ið júst eru fluttir til Keypmannahavnar. 

Á skránni eru kendir tónar frá Eyðun Nolsøe og viðkomandi kunning frá Føroyahúsinum, ÍF Føroyum og BankNordik, ið greiður frá um, hvussu BankNordik kann hjálpa føroyskum útisetum undir útlegd. 

Føroyski høvuðskokkurin á Aamanns borðreiðir við leskiligum ábiti frá Hiddenfjord, ið kann njótast afturvið køldum øl frá Okkara og vatni frá Kirvi. Til ta søtu tonna verður kaffi, te og rómabollar frá Summerbird. 

Eisini verða nógvir góðir vinningar lutaðir út, har Atlantic Airways og Fonn Flog hava latið hvør sína flogferð til tveir hepnar útisetar. Harafturat er møguleiki at vinna hópin av atgongumerkjum til MíttLand og konsert við Marius Ziska í Lutherkirkjuni á Eysturbrúgv. 

Hiddenfjord letur eisini ein ókeypis gávupakka við royktum laksi til teir fyrstu 100 gestirnar.

 ?????tisetakvøldið er liður í eini størri ætlan um at verða partur av útisetalívinum í Danmark, soleiðis at vit kunnu verða til staðar, tá ið útisetarnir hava tørv á okkum???, sigur Tuið F. Arge, privatkundastóri í BankNordik. 

Møguleiki verður eisini at keypa atgongumerki til MíttLand til serprís. Hetta er einasta fysiska søla av atgongumerkjunum, so kom og ger kvettið. ??tisetakvøldið verður á Norðuratlants Bryggjuni, Strandgade 91 í Keypmannahavn, 29. sep. frá kl 19.30-23 og alt er ókeypis. 

??ll eru hjartaliga vælkomin

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder