Nýggi Ungdómsbankin hjá BankNordik bjóðar til ókeypis konsert við Mariusi Ziska og Allan Tausen fríggjakvøldið 10.februar kl. 20. Konsertin verður hildin undir kuplinum í BankNordik í Havn, soleiðis at ljóðupplivingin verðureinastandandi góð og heldur øðrvísi. Eisini verður nógv gjørt burturúr ljóssetingini, og tí verður møguleiki at upplivabankan á ein heilt anann hátt enn vanliga.
Meira enn ein banki
Í nýggja Ungdómsbankanum er tað ungi kundin, ið setur fortreytirnar. Tí er tað eisini júst tí, at Marius og Allan eruvaldir til høvið. Ungdómsbankin hjá BankNordik ynskir at geva ungum føroyingum millum 18 og 28 ár eitt hugnaligtkvøld, og vónandi eina øðrvísi uppliving undir kuplinum. BankNordik bjóðar sjálvandi eisini djúsbarr og nýgjørdartvíflísar.
Sum ein liður í lyftinum um at vera meira enn ein banki roynir BankNordik eisini at brynja ungar føroyingar, ið flyta avlandinum í lestrarørindum, til stóru broytingina. Hetta verður gjørt við eini sokallaðari flytivegleiðing, sum skal geraflytingina so smidliga sum gjørligt. Eisini fer BankNordik at gera sítt fyri at fáa føroyskar útisetar heimaftur til Føroyarvið kunningarkvøldinum ???Vel Føroyar???, ið verður á Norðuratlants Bryggjuni í vár.
Nær og hvar: Fríggjakvøldið 10. februar kl. 20.00 í BankNordik á Oknarvegi 5
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald