2017-12-19 19:38
Føroya Skipara-& Navigatørfelag vil við hesum staðiliga mótmæla, at ein almennur stjóri, sum í hesum føri er stjórin í Almannaverkinum, hóttir við persónligum avleiðingum fyri hvønn einstakan pedagog, í sambandi við verkfallið hjá Pedagogfelagnum.
Ein slík útsøgn er óhoyrd í einum siviliseraðum samfelag, sum Føroyar eru. FSN heitir á Edvard Heen um at vísa respekt og virðing fyri tí frælsa samráðingarrættinum.
Pedagogfelagið er í lógligum verkfalli og Føroya Skipara-& Navigatørfelag vil við hesum veita teimum sín fulla stuðul, til at fremja lóglig stríðsstig í hesum sambandi.
Vegna Føroya Skipara- & Navigatørfelag
Annfinnur Garðalíð, formaður
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald