2018-11-19 21:53

Nú greitt er, at kvotaskipanin er útsett fyribils í eitt ár, verður lógin um fiskidagar løgd fram í løgtinginum í morgin.
Tað er ikki greitt hvat lógin um fiskidagar komandi ár inniber, men bæði ??F og SVF gita, at allir teir óbrúktu dagarnir hjá trolarum og línuskipum verða tiknir inn.
Vit hava tosað við fleiri reiðarar og skiparar á línuskipunum, teir siga við ein munn, at tað verður ein vanlukka fyri línuskipini, tí fleiri av línuskipunum hava troytt aðrar leiðir, ímeðan fiskiskapurin við Føroyar hevur svikið, og um so verður, at dagarnir teir hava átt við Føroyar, nú verða tiknir inn, so verða teir hart revsaðir fyri at hava troytt aðrar leiðir.
Teir bíða allir spentir hvat hendir í morgin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald