
23 februar kemur fyrsta fløgan, Eg veit ein veg, hjá Oasubrøður á marknaðin.
Oasubrøður hava fleiri ár á baki og hava sungið og spælt runt alt Føroya land. Mong eru tey, sum elska teirra einkla og glaða sang. Er man til eitt møti ella sangløtu har Oasubrøður luttaka, so fær man sang, sum kemur beint úr hjartanum.
Fløgan, sum nú kemur út, er eitt savn av teirra kendu sangum. Tónleikurin er innspældur í Crossroads Studio í Arden NC, undir leiðslu av dugnaliga framleiðaranum og tónleikaranum Jeff Collins.
Røddirnar eru innsungnar í studionum hjá Torkil Mørkøre í Klaksvík.
Í samband við, at fløgan kemur út, vera útgávukonsertir í vikuskiftinum 23 - 25 februar á fylgjandi støðum:
Fríggjakvøldið 23 februar kl 19.30 í Oasuni í Havn
Leygarkvøldið 24 februar kl 19.30 í Marghøllini í Sørvági
Sunnukvøldið 25 februar kl 19.30 í Kelduni í Skálafirði.
??keypis atgongd.
Møguleiki verður at keypa fløguna.
Oasubrøður eru:
Tórbjørn Láadal
Steindór Hjaltalin
Sofus Joensen
Harald M Haraldsen
Tónleikarar á konsertinum vera:
Klaver: Thomas B. Thomsen
El Guittar: Beddi Hansen
Bass guittar: Johan Danielsen
Steel Guitar: Torben Koch
Trummur: Jákup Gunnarstein
Akk guittar: Eyðun Jacobsen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald