2017-01-03 20:00
Í fornfrøðiligu rannsóknini, sum Fornminnissavnið gjørdi á Velbastað í summar, kom ein gyltur silvur fingurringur undan kavi.
Enn er ikki eydnast at staðfesta, hvaðani gylti fingurringurin stavar. Hóast ábendingar eru um, at fingurringurin kann stava úr víkingaøld ella miðøld, so vita granskarar ikki um nakran ring, ið kann samanberast við gátuføra fingurringin.
Hetta skrivar Helgi D. Michelsen fornfrøðingur m.a. í nýggjari grein í Frøði, ið júst er komið út.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald