Mentan

Nýtt frá Føroya Fólkaháskúla

...

2020-01-08 15:50 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

28 spennandi várskeið á Føroya Fólkaháskúla

Háskúlin bjóðar 28 styttri skeið út í vár. Flestu teirra eru kreativ vikuskiftisskeið innan eitt nú dans og palllist, myndlist og tekning, skaldskap og listahandverk.

Háskúlin er ein kreativur háskúli, har dentur verður lagdur á at hava tað stuttligt, meðan tú finnur og mennir tínar listarligu gávur undir kønari vegleiðing frá nøkrum av okkara fremstu listafólkum.

Kreativu vikuskiftisskeiðini eru skipað sum breytir. Sostatt kanst tú tekna teg til eitt ella fleiri skeið innan somu listagrein. Á hendan hátt kanst tú fáa eitt spennandi heildartilboð, har tú kemur víða um við ymsum undirvísarum og frálæruhættum. Breytirnar eru dansur, myndlist, skrivilist og listahandverk. Kostnaðurin fyri eitt vikuskiftisskeið liggur um 1.500 kr. íroknað undirvísing, mat og gisting á háskúlanum.

Tú kanst lesa nógv meira um tey mongu várskeiðini á háskúlanum á heimasíðuniwww.haskulin.fo

Afturvendandi á várskránni eru eisini skeið fyri serligar málbólkar, so sum pensionista- og familjuskeið og skeið fyri borgarar við menningartarni ella sálarligum avbjóðingum.

Unna tær ein skáa frá gerandisdegnum - far á háskúla!

Vælkomin áFøroya Fólkaháskúli

- her vit skapa list og vinaløg og okkum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder