Mentan

Nýggjur serlækni í eygnasjúkum

...

2021-12-03 15:54 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Vælkomin Andrea!

Nýggjur serlækni í eygnasjúkum er settur í starv á Landssjúkrahúsinum. Andrea á Dul Poulsen verður fjórði serlæknin á Eygnadeildini.
Tað leggjast alt fleiri serlæknar til í Sjúkrahúsverkinum og um ársskiftið byrjar Andrea sum yvirlækni í oftalmologi, í vanligari talu kent sum eygnasjúkur. Andrea kemur úr einum starvi sum deildarlækni á Eygnadeildini á Aalborg Universitetssjúkrahúsi.
Hetta er ein raðfesting úr serstøku serlæknapuljuni hjá landsstýrismanninum í heilsumálum.
Nýggi serlæknin er kend á Landssjúkrahúsinum, her hon hevur verið bæði sum KBU-lækni og í introstarvi. Andrea greiðir frá, at tað var, tá hon var í introstarvi á Eygnadeildini, at hon veruliga fekk áhuga fyri eygnasjúkum, tí á Eygnadeildini fekk hon nógvar spennandi fakligar avbjóðingar og góða sparring.
Vit á Landssjúkrahúsinum vilja bjóða Andreu hjartaliga vælkomin, tað skrivar LS.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder