Jóhannis Joensen helt nýggjársrøðuna í Miðvági:
Nú eru vit aftur á ferð inn í eitt nýtt ár. Eitt ár við møguleikum og avbjóðingum, eitt ár við gleði og sorg.
Hvør skuldi gamlar gøtur gloymt og gamalt vinalag, ljóðar sangurin. Vit skulu minnast tað góða, sum farið er, og gloyma alt agg og alla gamla stúran.
Vit minnast tað, ið fór, og tey, sum ikki eru millum okkum longur, men sum ríkaðu okkara lív og dagligdag. Tey vilja altíð hava sítt serstaka pláss í hjørtum okkara.
Vit minnast stóru gleðisløturnar. Tey, ið fingu nýtt lív, bæði eldri sum yngri. Summi gjørdust frísk frá sjúku og fingu nýggja byrjan, og fleiri børn sóu dagsins ljós í farna ári. Eisini mong høvdu merkisdagar í árinum, ið fór. Til lukku við tí.
Persónliga vóru eisini gleðisløtur í mínum lívi. Eg gjørdist abbi fyri fyrstu ferð, og hetta var ein sera rík uppliving. Vit høvdu eitt løgtingsval, og eg gjørdist eitt av løgtingsumboðunum fyri oynna. Hetta eri eg sera eyðmjúkur um og eg takki tykkum fyri heiðurin. Eg skal tæna tykkum eftir førimuni, oynni og Føroyum at frama.
Vit minnast eisini farna árið við nógvum virksemi. Arbeiði var og er til allar hendur, og virksemið mennist í okkara bygd og á okkara oyggj.
Vit mugu tó ikki gloyma okkum sjálv í meldrinum av arbeiði og aktivitetum. Vit kenna trongdina at náa alt, síggja alt og vit vilja verða fyrimyndir á øllum økjum. Henda strembanin krevur, at vit steðga á viðhvørt fyri at kenna nærveruna. Vit eru jú bara menniskju.
Familjulívið, vinarbond og felagsskapssamveran eru kjarnin í tilveru okkara. Tað eru hesi nærsambond, sum mynda okkum sum menniskju. Tí er tað av týdningi, at vit virðismeta hetta og steðga á. Nærveran kann hvørva í meldrinum í dagligdegi okkara og tøkniliga veruleikanum. Børn okkara tosa meira og meira fremmandamál og missa okkara føroyska. Teldlar og snildtelfonir eru høvuðssamskiftismiðlar, og vanliga samtalan og prátið dettur aftur í bakgrundina. Vit mugu aftur at spæla verulig spøl og ikki telduspøl, sum mynda ein annan veruleika.
Mítt ynski er, at bæði vaksin, ung og børn verða meira nærverandi komandi árið. At 2020 verður eitt ár, har vit seta samrøðuna og dagliga prátið aftur á breddan. Eg gleddist almikið um bygdaveitsluna, sum góðar kreftir í bygdini løgdu til rættis í heyst. Hesar hava sera jaliga ávirkan á samveruna í bygdarlívi okkara, og verður hetta vónandi afturvendandi táttur nógv ár fram í tíðina.
2019 er brádliga farið og 2020 er framtíðin. Hvat fer komandi árið at bjóða okkum? Ja, vit kenna tíbetur ikki framtíðina, men vit vóna tað besta. Eg hugsi, at tað, ið vit kunnu gera, er at hjálpa hvørjum øðrum at fáa eina so bjarta framtíð sum gjørligt. Næstrakærleikin eigur at verða aðalmálið. At vit tora at flenna saman við teim flennandi og gráta við teim grátandi. Mín vón er, at vit hjálpa hvørjum øðrum og styðja hvør annan í viðgangi og mótgangi. Byrðar eru lættari at bera, um vit eru fleiri at bera tær.
Mítt ynski er eisini, at vit í 2020 fara at virðismeta okkara nærveru, okkara oyggj og okkara bygdir. Síggja tað vakra, sum er í nánd ??? sum skaldið sigur.
Eg hugsi um alt tað sjálvbodna arbeiðið, sum verður gjørt kring allar Føroyar og eisini her í Miðvági og í hinum bygdunum í Vágum, og sum ikki kann gerast upp í pengum. Tað eru hesi fólk, sum halda lív í bygdum og býum. Eg vil takka hesum eldsálum, bæði innan ítrótt, samkomulív og felagsskapslív fyri tykkara ótroyttiliga íkast okkum øllum at frama. Takk fyri at tit ungu kreftir skipa fyri hesum nýggjárshaldi. Vónandi verður eisini hetta ein afturvendandi táttur.
Í Grettirskvæðnum stendur at ungdómur og vísdómur sjálvdan fylgjast at. Eg vil tó siga, at framtíðin er ungdómurin, og tí skulu vit stuðla teimum og eggja teimum til. Vit eiga at vísa teimum tann jaliga felagsskapin og stuðla ungdóminum í jaligum verki. Tí tey eldru hava vísdómin og tey ungu hava áræðið, og saman standa vit sterkast. Samanhald er samstarv, og tí skal Miðvágur og hinar bygdirnar í Vágum altíð vera innbjóðandi staðir, har pláss er fyri øllum. Her skulu øll trívast.
Nú eru vit á gáttini til eitt nýtt kalendaraár. Eg vóni, at nýggja árið hevur nógv gott at bjóða okkum øllum.
Eg vil ynskja okkum øllum eitt gott nýggjár og Harrans signing í framtíðini.
Takk fyri
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald