Gott kvøld, góðu føroyingar.
Í náttarmyrkrinum tann 19. desember 1988 fer ein bilur strúkandi suður eftir Eiðisvegnum.
Við róðrið situr 19 ára gamli Heini Festirstein, sum ætlar sær í dans í Eydnuni á Oyrarbakka.
Men eydnan er ikki við honum.
Fetini út í bilin hetta kvøldið skulu vísa seg at vera seinastu fetini, hann nakrantíð skal stíga. Við Ljósá fer bilurin út av vegnum.
Síðan hevur Heini sitið í koyristóli.
Tann 19. desember í ár ??? 30 ár eftir vanlukkuna ??? skrivaði Heini Festirstein soleiðis:
»Tað at kunna ganga er ikki nakað, sum fólk hugsa um í gerandisdegnum ??? tað er bara ein sjálvfylgja. Eg setti ikki prís upp á at kunna ganga, fyrr enn eg ikki kundi tað meira.
Kanska vit áttu at sett størri prís upp á ting, sum vit taka fyri givið?«
***
Hesi orðini fóru ikki frá mær aftur.
»Kanska vit áttu at sett størri prís upp á ting, sum vit taka fyri givið.«
Orðini eru ein áminning til okkum øll.
Ikki bara, tá ið vit missa okkara førleikar ??? men so sanniliga eisini um so nógv annað í okkara tilveru.
Tí tað er mangan so, at vit hava ilt við at varnast alt tað góða, sum vit síggja og uppliva.
Og tað, sum vit ikki rættiliga varnast ??? ja, tað kunnu vit heldur ikki virðismeta.
***
Júst hetta hugsaði eg um, tá ið eg herfyri fekk ein teldupost frá einari tíðindakvinnu á stóru týsku sjónvarpsrásini ARD.
Hon gjørdi eina samrøðu við meg í summar, tá ið hon var her og segði frá vitjanini hjá danska krúnprinshúskinum.
Og nakrar mánaðir seinni sendi hon mær so hesi orð:
»Vit ætla at koma aftur,« skrivaði hon, »tí vit eru ikki liðug at lýsa Føroyar. Hesa ferð vilja vit siga frá góðu búskapargongdini, endurnýggjaða bjartskygninum og stóra sjálvsálitinum, sum vit varnaðust í Føroyum.«
***
Viðhvørt er tað so, at gestirnir varnast ymist, sum húsfólkið í gerandisdegnum ikki gáar um. Sum tey halda vera sjálvsagt.
Seinastu tíðina hava nógvir gestir vitjað okkum. Og sjálvur hitti eg javnan útlendsk ferðafólk, politikarar og miðlafólk.
Felags fyri tey er, at tey her síggja nakað, sum fær tey at undrast.
»Hvussu ber tað til« spyrja tey.
Og tað er ein góður spurningur.
Vit eru jú bara 51.000 fólk.
Sum ein lítil norðurlendskur býur.
Men við lóggevandi valdi, rættarskipan, stórum og sterkum fyritøkum, góðari vælferð, tónleikafestivalum og bókaútgávum í hópatali.
Gestirnir undrast á, at tað ber til at lata húsini standa ólæst.
At samfelagið er so frítt og grundleggjandi álitið so stórt, at trygdarfólk at kalla ikki síggjast á gøtunum.
Tey undrast á lítla samfelagið við so sterkum og vælriknum fyritøkum.
Og at tað ber til hjá einari so fámentari tjóð at hava ein so stóran skapanarhug til mentan og list.
Tað hugtekur meg hvørja ferð at síggja okkara land ígjøgnum teirra brillur. Og at merkja teirra undran.
Tí tað fær meg at síggja nógv viðurskifti í okkara landi, sum eg vanliga ikki gevi mær far um.
Tí eisini eg havi mangan ilt við at virðismeta tað, sum vit taka fyri givið.
Fara vit nøkur ár aftur í tíðina, so lýstu útlendskir miðlar okkum stundum sum eitt fjarskotið og lítið framkomið samfelag.
Og um rætt skal vera rætt, so hava nógv okkara kanska eisini havt hesa fatanina.
Men okkurt er broytt. Heilt grundleggjandi. Og tað undrar kanska serliga gestirnar, sum koma higar.
Vit eru vorðin stoltari av okkara landi.
Samstundis hava vit fingið fleiri fyritøkur í heimsflokki.
Eina ferðavinnu, sum dregur fólk til Føroya.
Matstovur, sum vinna virðislønir úti í heimi.
Ein ungdóm, sum nemur sær útbúgving her heima.
Íverksetarar, sum tora at ganga nýggjar leiðir ??? og sum verða virdir fyri tað.
Og tað er nú í lagi at víkja frá ella at takast við okkurt, ið er øðrvísi.
Hesin stoltleikin og hetta framfýsni ger ein stóran mun.
Tað vóru júst hesi viðurskifti, sum fingu týsku tíðindakvinnuna at koma aftur higar.
Í einum innslagi lýsti hon okkum sum frílynt, sjálvstøðug og treisk. Og rætt hevur hon.
Eg haldi, at tað hevur nógvar fyrimunir, at samfelagið er so lítið og gjøgnumskygt. Her er trygt. Her er javnt. Her er lutfalsliga lítil munur millum høg og lág. Og her eru sterk sambond, álit og samanhald.
Nógvastaðni eru samfeløgini býtt sundur í A-, B- og C-borgarar. Eisini hjá okkum er munur ??? men hann er nógv minni enn aðrastaðni. Og tað, hugsi eg, er ein høvuðsorsøk til nógv av tí, sum er gott í Føroyum.
Tá ið vit stremba eftir at byggja eitt samfelag, har øll hoyra saman, og vit taka okkum av hvør øðrum, byggja vit á nakað av tí besta í gamlari, føroyskari mentan.
Fatanina av, at vit øll ganga í einum og sama fylgi.
Vit hugsa kanska ikki so nógv um hesi viðurskifti í gerandisdegnum, men hetta er ein framíhjárættur sammett við nógv onnur lond.
Tí áttu vit at virðismett hetta nógv meira, enn vit gera. Og vit eiga at tryggja, at vit áhaldandi byggja á hesi virðini.
***
Góðu føroyingar.
Í skjótt fýra ár havi eg røkt ein serstakan sess. Ein sess, sum gevur eitt serligt útsýni ??? og eitt serligt innsýni ??? í okkara samfelag.
Eg veit, at samgongan ikki hevur gingið serliga væl í takt.
Ella sagt við øðrum orðum: Vit vinna ikki Kolturssteypið fyri vakrasta róður.
Seinastu árini havi eg upplivað nógvar ósemjur og stríð. Eg havi sæð og upplivað vónbrot og mótgongd.
Men eg havi eisini sæð idealismuna og tann góða viljan at gera mun. At gera Føroyar enn betri. Og sjálvt um vit onkuntíð hava snávað, hava vit kortini hildið á at ganga ??? og rokkið málunum:
At tryggja eldra ættarliðinum góð ellisár.
At tryggja eitt javnari samfelag, har vit taka okkum av hvør øðrum.
Og at tryggja okkara ungdómi møguleika at liva og virka í Føroyum.
***
Eg eri sannførdur um, at tað, at vit brýggja okkum um hvør annan og standa sterk í felagsskapinum, er partur av svarinum, tá ið útlendskir gestir undrast á, hví vit eru so frammarlaga.
Vit hava óteljandi fólk, sum sjálvboðin hjálpa.
Vitjanarvinir, sunnudagsskúlalærarar, ítróttavenjarar og fólk, sum taka plast upp úti í bø og haga. Listin við sjálvbodnum er langur.
Og tann siðbunda føroyska umsorganin livir framvegis sítt fríska lív.
Enn í dag verður eitt kók sett á trappusteinin ella ein flógv køka sett inn á borðið. Enn í dag syrgja vit við teimum, sum missa, og fegnast við teimum, sum fáa.
Tað er hjartagóð umsorgan, tá ið hon er best.
Men hon er eingin sjálvfylgja.
Tað er heldur eingin sjálvfylgja, at vit eiga eitt so framfýsið vinnulív. Eitt vinnulív, sum skapar fortreytirnar fyri sosialum skipanum, mentanarstovnum, gransking og útbúgving. Fyritøkurnar taka eisini sjálvar sosial tøk, har tær til dømis eru við til at breiðka gøtuna inn á arbeiðsmarknaðin fyri útlendingum og fólki við serligum avbjóðingum.
Alt hetta er okkara styrki. Higartil hava vit megnað at verja tað besta av tí, sum okkara forfedrar skaptu undan okkum ??? og samstundis hava vit tikið av nýggju møguleikunum og laga samfelagið til nútíðina.
Alt hetta fær gestirnar at undrast. Og vit eiga at virðismeta tað. Og framhaldandi ansa eftir tí, so tað ikki hvørvur.
Tí eg eri vísur í, at um okkum stóð frítt at velja, hvar og í hvørjum tíðarskeiði, vit skuldu liva her á fold, so vænti eg, at flestu okkara høvdu valt hesa tíðina og flestu okkara høvdu valt Føroyar.
Tí vit eru eitt ríkt land, eitt trygt land, eitt frælst land, eitt land við sera fáum brotsverkum, eitt land við høgum livialdri ??? ja, eitt land sum sambært flestu parametrum er so gott, sum eitt land kann vera.
Men vit varnast tað ikki, um vit bara skundlesa yvirskriftir á netmiðlum ella á Facebook. Tá fáa vit kanska heldur ta fatan, at alt gongur verri.
Hesar døkku myndirnar fylla nógv og flyta seg skjótt á sosialu miðlunum.
Í grundini er myndin ljós.
Men tá ið so stórur dentur verður lagdur á tað, sum ikki riggar so væl, litar tað skjótt alla myndina. Tá síggja vit myndina døkkari, enn hon er. Hon skapar iva. ??tta.
Hóast vit hava ómetaliga nógv at fegnast um, síggja vit mangan tað best, sum ikki virkar so væl. Vit eru skjót at gera smáar ósemjur til stórar kreppur. Vit eru skjót at leggja dent á alt tað, semja ikki er um, heldur enn tað, semjur eru um. Og við hvørt tykist tað, sum at tey ónøgdu fáa størri rúmd enn tey, sum eru nøgd.
Fyri at nýta orðini hjá Heina Festirstein: Vit seta mangan ikki prís upp á at kunna ganga.
Ofta nýta vit í staðin alla orkuna til at hugsa um, at ein steinur er í skónum.
Misskiljið meg ikki. Sjálvandi skulu vit vera ósamd ??? og kjakast. ??semjur eru jú ein máttur í fólkaræðinum, og eitt lívligt og stundum hvast orðaskifti er ein grundleggjandi táttur í tí at byggja land í einum livandi fólkaræði. Bara soleiðis kunnu vit gera tingini enn betur.
***
Men framburðurin er stórur í løtuni. Vit hava stóran fólkavøkstur. Arbeiði er til allar hendur. Land, kommunur og vinna hava stór yvirskot. Og fyri nøkrum døgum síðan frættu vit, at støðugt fleiri útisetar ætla sær heim eftir loknan lestur.
Hesin framburðurin skapar eisini avbjóðingar.
Bústaðartrotið er ein stór avbjóðing.
Tørvurin at skipa okkara ferðavinnu betur er ein onnur.
Tað er somuleiðis ein avbjóðing, at stóra framgongdin í samfelagnum ikki kemur øllum pørtum í landinum eins væl til góðar.
Og vit noyðast øll at hugsa grundleggjandi øðrvísi og ábyrgdarfullari um umhvørvið.
Men vit mugu ikki leggja so stóran dent á, at vit av og á snáva, at vit gloyma at fegnast um, at vit sum samfelag væl kunnu ganga.
Tað er gott, at vit taka avbjóðingar í sambandi við ferðavinnuna í størsta álvara ??? men vit mugu ikki gloyma at fegnast um, at vøksturin í ferðavinnuni er ein sólskinssøga.
Tað er sera gott, at vit kjakast um vandarnar við einum heitum búskapi ??? men vit mugu ikki gloyma at fegnast um, at arbeiði er til allar hendur.
Og tað er gott og neyðugt, at vit finna fram til, hví tað stundum er leingi at bíða eftir sjúkraviðgerð. Men vit mugu ikki gloyma at fegnast um allar okkara heitu hendur í sjúkrahúsverkinum, sum hvønn tann einasta dag hjálpa fólki í rúgvuvís.
Latið okkum duga betur at gáa um alt tað góða, sum vit taka sum sjálvfylgju, og virðismeta tað. Tí tað er ikki ein sjálvfylgja.
***
Góðu føroyingar.
Nú tímarnir av hesum árinum fækkast, og vit hóma nýggja árið í havsbrúnni, haldi eg, at vit skulu loyva okkum at virðismeta tað, sum er gott hjá okkum sjálvum. Vit eiga at síggja ta stóru myndina. Hana, sum gestir okkara síggja. Tí samanumtikið er hon ljós og góð.
Sjálvandi skulu vit ansa eftir ikki at vísa bringubratta sjálvgleði, men vit hava vent døprum útlitum til bjarta vón.
Vit eru farin frá svartskygni til bjartskygni. Og tað hava vit gjørt í felag.
Alt hetta vísir, at tað er nógv meira, sum knýtir okkum saman, enn sum skilir okkum. Og tað er okkara allarstørsta styrki.
Hóast vit hava nógv at gleðast um og takka fyri, veit eg, at sorgin í brátt farna ári hevur rakt meint hjá summum. Eg sendi í kvøld mínar hjartans kvøður til tykkara, sum hava mist. Eg vóni, tit hava kent ein fløva av okkara umsorgan í deyðans køldu nærveru, og at tit finna styrki til at halda á, hóast tað er tungt at ganga í sorgarinnar skugga.
Mínir tankar leita somuleiðis til tykkara, sum í ár hava fingið tung boð, og sum í kvøld kenna tykkum standa undir einum fjalli, sum tit skulu niðaná í mótvindi og mótloysi. Mugu tit finna styrk og stuðul í tyngstu løtunum.
Tað er so skjótt, at setta kósin verður broytt.
Heini Festirstein ætlaði sær í dans - men endaði í koyristóli.
Og fyri at taka aftur í aftur beinraknu orð hansara:
»Tað at kunna ganga er ikki nakað, sum fólk hugsa um í gerandisdegnum ??? tað er bara ein sjálvfylgja. Eg setti ikki prís upp á at kunna ganga, fyrr enn eg ikki kundi tað meira.
Kanska vit áttu at lært okkum at sæð virðini í tí, vit taka sum givið.«
Eg vóni, at vit í 2019 í størri mun varnast alt tað góða, sum vit síggja og uppliva í gerandisdegnum. Tað, sum gestir okkara síggja og undrast á, tá teir koma higar.
Vit mugu minnast til at virðismeta hetta. Tí tað er eingin sjálvfylgja.
Gott nýggjár, øll somul!
Gud signi okkara land, Føroyar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald