Nýttársrøða 2019
Tá vit nú í fleiri ár eru komin til Sandavágs úr Rogalandi, fara tankarnir til Torkil ??nundarson, sum kom higar fyri skjótt 1000 árum síðani. Hvussu hann upplivdi at koma til Sandavágs kunnu vit bara ímynda okkum?Men vit vita, hvussugott tað er hjá okkum at koma til Sandavágs.
Eg og familjan fóru til Rogaland í 1997. Eftir øll hesi árini í útlegd havi eg ongantíð gloymt hvaðani eg komi, og hvar eg hoyri til.
Eg havi altíð havt ein stóran kærleika til mína vøkru heimbygd og fólki, sum her býr.
Einaferð Sandavágs fólk altið sandavágsfólk....
Nakað, sum gleðir meg nú, er at síggja, hvussu ríkt felagslívið í heimbygdini er.
Sum fakfólk veit eg, at har trivnaður er liva vit betur og longri.
Í nátt ???gamlaárskvøld??? savnast vit øll her i SÍF húsinum, sum hevur havt stóran týdning fyri trivnaðin í bygdini.
Mín barnaverð var nógv rundan um Stórá og Valloyruni. Vit skaptu okkara egnu verð uppi á hólmanum, undir núverandi barnagarði. Vit gjørdu okkum hús, handlar, vitjaðu hvønn annan, høvdu bakarí.Hetta ríkaði hugflogið hjá okkum.
Vit spæltu hondbólt á Valloyruni, á grúsvølli. Tá ið vit fóru driblandi við bóltinum, vóru oftani stórir hyljar og smásteinar, bólturin fór ikki altíð har vit ætlaðu. Av og á komu dreinigirnir av Sondum og ruku okkum av vøllinum, tí teir vildu spæla bólt. Vit fóru tá eftir hjálp hjámamubeiggjanum, sum tá var formaður i SÍF, so vit kundu halda áfram við okkara venjing. Nasadjarvi svágurin Allan, sum tá gjørdist eitt sindur bangin, leyp út í ánna og brúkti seg og rópti???altíð skuldu einglabørnini hjá Tóru hava fyrimum???.
Í Sandavági vóru tá 8 handlar, her fingu vit alt. Sum lítil gentu bankaði eg uppá lúkuna hjá Marsannu, spent uppá um hon lat kioskina upp ella ikki. Egmungaði so illa eftir ???cowboysnúsi???.
Klædnahandilin???Young Fashion???, setti sín dám á okkara klædnabúna.
Sum tannáringar møttust vit í handlinum hjá ???Lítlu Annu???. Hon var tann fyrsta sum seldi ???Sun lolly???. Mangan havi eg hugsað um, hvussu tolin og stórsinnað hon var, tí vit sum ung fjantaðu, soleiðis sum ung nú einaferð gera.
Eg hitni um hjartað, tá eg hugsi um, hvussu umfatandi mín barnaheimur var.
Túsund takk mamma og pápi, at tit góvu mær hendan plettin at vaksa upp í.
Eg minnist við gleði, tá ið áin var undir ísi. Vit skoytaðu frá Fosshyli oman til hólmanar.Serliga naglakuldan! Beint nú síggi eg fyri mær á nethindini norðlýsið.
Tíðin tá, unglinganir kroyktu seg afturúr kúfangarinum á bilunum, á skoytum og fóru við fúkandi ferð eftir vegnum.
Ein onnur mynd, vit gentur ávegis til Havnar at spæla hondbólt, 7 gentur i einum bili, ein roykjandi bilførari, einki bilbelti.
Vit vóru frammalaga í hondbólti. Tíðliga fingu vit professjonellar venjarar úr Íslandi, Birna, Hjørdur og Steffan. Nógvar gentur, A, B og C lið í fleiri aldursbólkum. Danin Jens og Tobby (Torbjørn Mikkelsen), hjálptu okkum at vinna bronsuna í bestu hondbóltsdeildini í áttatiárunum.
Fosshylur er ein onnur perla, sum gav mær nógvar góðar upplivingar. Sum barn spældi eg har. Vit svumu. Vit sólaðu okkum og sótu saman undir teppi fyri at fáa hitan aftur.
Tá ið eg, sum miðaldrandi kona eri komin aftur, frøðist eg um tær góðu umstøður, sum nú eru. Bara sólin kemur fram, fara børn og vaksin at svimja. Ottar á Lofti, hevur saman við øðrum monnum, gjørt eina flotta terassu, bonk og byrgt hylin, soleiðis at væl ber til at svimja aftur.
Á ???facebook??? hevur Jan Erik Simonsen gjørteitt megnarabeiði at savna ???Gamlar myndir úr Sandavági???. Hetta hevur eitt stórt søguligt virði. Hjá mær sum útiseta er tað stuttligt at fylgja við á vanganum.
Eg geri eisini kensluborin, tá eg síggi myndir av forfedrumog ´´bygdarfólki. Tað eru slík støð sum minna meg á ???the cirkel of life???. Jan Erik hevur í ár eisini givið út bókina ??? Vesturvón???.
I bygdini og oynni nú, eru góðar fortreytir við vælútgjørdum venjinarstøðum, at íðka ítrótt, styrkja, menna kroppin og verða millum tey bestu í ítrótti.
Avbjóðingin er atflyta fokus burtur frá skýggjanum, sum flest øll eru bundin til.
Sum fysioterapeutur veit eg, at tann størsti parturin av heilamenningini, er treytað av kropsligum rørslum. Tí er tað týdningaringarmikið, at flest møgulig, luttaka longst møguligt íítrótti.
Uppgávan hjá foreldrum og ítróttarleiðarum er, at barnið skal uppliva at tað eydnast, fyri at mennast kropsligt og sosialt.Hetta eravgerandi fyri eina góða heilsu.
Sandavágs talvfelag er flaggskipið innan telving i Føroyum. Felagið vann í farna kappingarári sítt 6 meistarheiti. Í hesum kappingarári liggur felagið fremst. Eg fari at nevna Rógva, Høgna, Torkilog Silas. Tykkara avrik í talvi er framúr.
Rógvarin, Sverri Nielsen, vann HM silvur i ???single sculler???, bara 0.03 sekund frá gullinum. Hann hevur tryggjað sær luttøku i OL i Tokyo i 2020. Eitt fantastikst úrslit.
Hjalmar Petersen, málfrøðingur, er í ár komin í professaðstarv í málvísindi á Setrinum. Hjartaliga tillukku.
Hans Ravnfjall hevur givið út nýtt staklag og Jórun Gudmundsen hevur givið sítt fyrsta videolag út. Vit gleðast um hetta.
Musikkskúlin her i oynni, gevur ungdóminum góðar møguleikar at menna seg innan tónleik.
Kirkjan og meinigheithúsið gera eitt savnandi arbeiði fyri allar aldursbólkar.
Her er so nógv at gleðast um, so havi eg gloymt fleiri, so fyrigev mær.
Snarfrost er byrjað aftur at taka ímóti uppisjóvarfiski og feskum fiski. Hetta hevur stóran týdning fyri útróðurin, sum nú aftur kann avreiða til virkið. Línubátanir Eivind og Havbúgvin hava báðir fiskað væl.
El-virkið,Torfinn Nielsen, Sandavágs timburhandil og ???klima??? er hollar fyritøkur í bygdini.
???Oilwind??? byrjar nú síttvirksemi í ???Vilma???. Eg ynski teimum góða eydnu.
Luna hevur havt sítt besta úrslit nakrantíð.Hetta skildast einari góðari leiðslu og góðum arbeiðsfólki á sjógvi og landi.
???Fiskastykkið???, lat upp i summar og hevur sett Sandavág á???Gourmét??? kortið. Staðið angar av søgu. Fiskastykkið hevur longu eisini gjørt seg galdandi sum karmur um mentunartiltøk.
Nú komi eg til mítt hjartamál. Køkurin í núverandi fiskastykkinum, var neystið hjá ??rnini síðst i 80 unum. Eg havi hug at flenna, tá ið eg hugsi um, hvussu vit drassaðu ??rnina gjøgnum hálva bygdina áðrenn sjálva venjingina framvið stásiliga og vælutgjørda núveranda róðrarneysti.
Jónfinn og Hansina saman við øðrum, skulu hava stóra tøkk fyri at róðrarfólk í bygdini, nú hava so góðar venjingarumstøður. Hvat kunnu TIT ikki útinna við hesum framúrskarandi nýggju møguleikunum. Eg gleði meg aftur at síggja ??rnina koma til heiður og æru.
???Sandavágur, heimbygd mín, høgt umgyrd av høgum fjøllum, sum ein ein perla fríð og fín......???, hesin sangur hevur serligan týdning fyri meg.
Tá ið vit hoyrdu hendan sangin vistu vit, at sigurin var okkara. ??ll bygdin gleddist saman við okkum. Bygdaráðsformaðurin Jógvan Sjúrður Hansen, gekkoman og niðan eftir ??arvegnum í sigursrúsi,við «gettoplastara» á økslini,Sandavágs sanginum ljómaði út til ólavsøkugestirnar. Sandal Petersen sáli, ofraði rúsdrekka kortið uppá okkum ørnagentir. Hann bílegði, tað størstu sjampanju fløskuna frá Katrup til móttøkuna í SÍF húsinum í 1988.
Í Sandavági eru nógv áhugaverd tiltøk.
Tað er vert at nevnamenturnartiltkaið ???húsagongd???, sum fleiri hava fingið eygað á. Næsta ár komi eg við familju og vinum heim til tiltakið.
Vestanstevnan er triðja hvørt ár í Sandavági við kappróðri og øðrum áhugaverdum tiltøkum.
Seinsummardagur síðsta vikuskiftið í august, eitt hugnalig tiltak, við onkrum til allar aldursbólkar.
Í september er Føroya vakrasta kirkja mállinjan á ???Føroya vakrasta hálvmaraton???.
Afturat øllum tí, sum eg havi nevnt er tiltakið Vesturskin, sum er fyri tann kræsna. Har er alt.
Eg havi glett meg til at halda hesa røðuna í kvøld. Hetta hevur givið mær møguleika at dvølja við gomul hugnalig minnir og samstundis síggja hvussu ómetaliga nógv er hent síðani eg var ung.
Túsund takk Hanus og Beinta, at tit hava tikið stig til hetta tiltakið gamlaárskvøld.
??ll tit mongu, sum í dag hava arbeitt við atpynta og seta stóra talið 2020 undir Malistind, vita ikki, hvussu nógv tað gleðir okkum.
Hetta gamlaárskvøld, savnar okkum í takksemi, samstundis sum vit minnast tey, sum eru farin.
Vit eru í kvøld komin inn í tað nýggja árið.
Nú eg fari at enda, vil eg ynskja míni familju og okkum øllum eitt av Harranum vælsignað nýggjár, við stórari tøkk fyri tað sum er farið.
Nýttársrøða í SÍF húsinum 2019,
Fía í Horni ??regaard
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald