01.01.2020 kl. 14.00 verður afturvendandi nýggjársrenningin millum kirkjur í Vágum. Í ár verður runnið/gingið frá Miðvágs kirkju til Sandavágs kirkju, teinurin er 3 km. Til ber eisini at renna/ganga frá Sandavágs kirkju til Miðvágs kirkju og aftur til Sandavágs kirkju, tá er teinurin 6 km. Frælsi bjóðar vatn og frukt, tá komið verður til kirkjuna í Sandavági. Opið er í SÍF-húsinum til tey, sum vilja skifta áðrenn farið verður í kirkju.
Kl. 15.00 verður nýggjársguðstænasta í Sandavágs kirkju. Inga Poulsen Dam prædikar og Jórunn Gudmundsen syngur. ??ll eru hjartaliga vælkomin at byrja 2020 við einum frískum gongu- ella rennitúri saman við familjuni, arbeiðsfeløgum, vinfólkum o.ø, og síðan at fara til eina hugnaliga og gevandi guðstænastu í vøkru Sandavágs kirkju!
Gott nýggjár!
Heilsan
Vága Prestagjald og Frælsi
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald