Mentan

Nýggjársrenning 01.01. Miðvágs kirkja

...

2021-12-30 12:08 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Aftur í ár skipar felagið fyri frælsan ítrott í Vágum, FR??LSI, fyri árligu nýggjársrenningini. Enn einaferð hava vit høvið til at byrja eitt nýtt ár við at røra okkum, sum Heilsuráðið leggur upp til.

Vit byrja við Miðvágs kirkju kl. 14.00, og runnið ella gingið verður frá kirkjuni. Túrur 1 er: út á Bakka og aftur til kirkjuna. Túrur 2 er: inn á Nes og omaneftir Kovabrekkuni og aftur til kirkjuna. Túrur 3 er: inn til Sandavágs kirkju, og aftur til Miðvágs kirkju. Kl. 15.00 verður guðstænasta í Miðvágs kirkju. Marjun í Kálvalíð prædikar.

Til ber at skifta í kirkjukjallaranum. ??ll eru hjartaliga vælkomin.

FR??LSI og Vága prestagjald.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder