2018-12-30 17:30
Nýggjársdag kl. 18.00 skipar Stígum Fast fyri almennum føroyskum dansi í Dali. Bussur koyrir í samband við dansin úr Skopun kl. 17.50 og aftur úr Dali kl. 21.45. Á hendan hátt ber væl til hjá oyggjafólki og fólki av meginlandinum at luttaka og sleppa aftur til hús um kvøldi. Kostnaðurin er 100 kr, og tá er bussur, kaffi/te, suppa og dansur íroknaður prísin.
Stígum Fast varð stovnað í 1971, og hevur tað síðani verið fastur táttur at hava føroyskan dans í Dali nýggjársdag. Dansifelagið eigur húsið Eiriksgarð, ið hevur eitt tiltikið gott dansigólv.
Fyriskipararnir vóna at síggja nógv fólk í Dali nýggjársdag og ynskja øllum vælkomnum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald