
Í november letur ein NO 12 juice bar upp á flogvøllinum. Aðrar broytingar verða somuleiðisgjørdar m.a. verður ein roykikabina sett upp í fráfaringarhøllini. Hetta er ein liður í, at geraflogvøllin meira kundavinarligan.
NO 12 JUICE BAR
Kafé???in í fráfaringarhøllini á flogvøllinum fer nú at fáa nýtt vøruúrval og broyta útsjónd. Ístaðin fyrieina café, kemur ein NO12 juice bar, sum eisini borðreiðir við kaffi, tvíflísum og køkum. Umframtnýtt vøruúrval, verða eisini broytingar gjørdar í møblunum. Hetta fyri at gera løtuna ífráfaringarhøllini hugnaligari og betri.
BROYTTAR INNSKRIVINGARTÍÐIR
Í dag letur innskrivingin upp hálvanannan tíma áðrenn fráferð. Frá 1. november verður møguligt atinnskriva seg tveir tímar undan fráferð. Hetta verður tó ikki galdandi fyri fyrsta flogfarið um morgunin. Tað verður gjørt, fyri at ferðafólk skulu fáa betri tíð og njóta løtuna, áðrenn tey fara út atflúgva.
ROYKIKABINA
Ein onnur broyting verður eisini í fráfaringarhøllini. Ein roykikabina verður sett upp við gate 1.Líknandi roykikabinur eru á flogvøllum aðrastaðni í heiminum. Á hendan hátt verða umstøðurnar hjároykjarum betri. Í dag bíða roykjarar ofta við at fara inn í fráfaringarhøllina til allar síðstu løtu, og taðkann órógva. Roykikabinan er sera nógv nýtt á øðrum flogvøllum og tryggjar, at eingin royklukturverður uttanfyri roykikabinuna, so tey, sum ikki roykja, verða ikki órógvað av roykjarunum.
DUTY FREE SKÁP TIL BÍLEGGINGAR Á NETINUM
Duty Free hevur avgjørt at seta skáp upp í handlinum, sum gerð tað enn lættari fyri tey monguviðskiftafólkini, ið velja at bíleggja vørur á netinum. Tá ið sølan er váttað, fær viðskiftafólkið eittskápsnummar og eitt loynital og kann hareftir avheinta vøruna í skápinum. Avgreiðslan gerst skjótariog lættari. Tænastan verður væntandi tøk frá komandi viku.??? Vit arbeiða framhaldandi við at betra um umstøðurnar og tænastuna, sigur Gudny Langgaard, stjórií Vága Floghavn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald