Mentan

Nýggja høllin í Nesvík verður reist í dag

...

2017-10-31 12:42 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Í dag er enn ein merkisdagur í Nesvík, tí nýggja høllin verður reist!:-)
Høllin er ein kombihøll, sum skal hýsa 550 fólkum til eitt nú møtir, konsertir, fyrilestrar og aðrar samkomur, og eisini skal nýtast til alskyns ítrótt og spæl.
Kamarslonin, sum skal hýsa 12 hjúna og familjukømrum, er eisini við at vera liðugt stoypt upp. Harumframt er stórt og ljóst felagsøki millum høllina og kamarslonina.
??tbyggingin er mett at kosta um 30 mió. kr., og sambært tíðarætlanini verður størsti parturin tikin í nýtslu seint í mars í 2018.
At hetta hendir júst í dag - sjálvan 500 ára dagin fyri reformatiónina - er kanska tilvild. Men góðir karmar til børn, ung og vaksin, sum koma saman um kristna boðskapin og spæl og hugna hevur alt við kjarnan í reformatiónini at gera.
Hjartans tøkk til øll, sum hava gjørt tað gjørligt at náa fram at hesum dagi! Og til lukku til okkum øll, og Guds signing! Tí "Harrans signing, tað er hon, ið ríkar, og egin møði leggur einki afturat!" (Orðt. 10,22):-)

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder