Nýggjur net-leitari til bókasavnsbrúkarar og talgild hjálpitól til lesi- og skriviveik, skapa møguleikar, men seta eisini nýggj krøv til bókasøvnini. Hetta vóru boðskapirnir á bókasavnsdegnum 2017.
???Tøkniligar broytingar skapa nýggjar møguleikar, men seta samstundis nýggj krøv til okkara førleikar. Um vit skulu gagnnýta møguleikarnar, sum nýggj tøkni gevur, so mugu vit eisini sjálvi leypandi førleikamenna okkum.???Orðini eigur Sámal Tróndur F. Johansen, leiðari á Landsbókasavninum. ???Høvuðsendamálið við degnum var, at upplýsa og kjakast um møguleikar og avbjóðingar í hesum sambandi, og hetta eydnaðist rættuliga væl???, sigur Sámal Tróndur.
Serliga tvær framløgur á degnum vóru áhugaverdar. Onnur teirra snúði seg um leitiskipanina ???Primo??? og hin um brúk av føroyska forritinum ???CD-orð???.
Primo er ein sokallaður ???leitari???, sum Landsbókasavnið keypti um ársskifti 2016/17. Síðani hevur ein bólkur á Landsbókasavninum arbeitt við at samskipa Primo við tær skipanir, sum Landsbókasavnið bjóðar, t.d. Aleph (bokasavn.fo), EBI, e-feingi osfr. Primo kann eisini samskipa leitingina hjá øðrum føroyskum grunnum, t.d. bókasavnsgrunninum hjá Býarbókasavninum í Havn. Nú er so komi so langt, at ein sokallað testútgáva av Primo kundi leggjast fram. Tað var Erling Kjærbo, bókavørður og verkætlanarleiðari, sum legði fram um Primo:
???Hetta er einki minni enn ein revolutión fyri føroysku bókasøvnini og brúkarar teirra???, heldur Erling Kjærbo. Primo gevur brúkarum lættari atgongd til talgilt tilfar á netinum og hjálpir eisini brúkarum at skipa leitingina, m.a. so óviðkomandi leitingar verða lúkaðar burtur.
Framløgan um CD-orð hevði stóran áhuga millum fólk. Maybritt við Strond, logopedur, vísti á, at umleið 20% av teimum sum byrja í miðnámsskúla í Hoydølum eru lesi- og skriviveik. Hetta merkir, at 5. hvør næmingur í miðnámi hevur brúk fyri stuðli á hesum øki. Og tað er her, at forritið CD-orð kemur inn í myndina. ???Fleiri næmingar, sum áður fingu karakter langt undir miðal, fáa nú topkarakter, bara tí tey brúka CD-orð???, sigur Maybritt við Strond, logopedur.
Tað er tó ikki nokk, at bert tey ungu sjálvi duga at brúka CD-orð. Onnur rundanum, t.d. foreldur og lærarar, mugu traðka til og stuðla. ??? Bókasøvnini og starvsfólk teirra eru týdningarmiklir aktørar í útbúgvingarhøpi, og eiga tí at luttaka meira aktivt her. Tí vil eg heita á øll bókasøvnini í Føroyum, um at førleikamenna starvsfólk síni á økinum, so at tey betri kunnu vegleiða brúkarum við serligum avbjóðingum???, sigur Maybritt við Strond at enda.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald