2017-02-03 00:27
BYGGING: Nú størstu forðingarnar og óhappini vónandi eru farin afturum, fyriliggur ein endalig tíðarætlan fyri byggingina av Skúladeplinum við Marknagil. Sambært tíðarætlanini verður skúlin handaður ánaranum móti sumri 2018.
Tað er eingin loyna, at tað hava verið nógvar avbjóðingar í sambandi við byggingina av nýggja miðnámsskúlanum í Havn. Sum byggiharri hevur Landsverk leypandi kunnað politisku skipanina og somuleiðis almenningin um, at álvarsamar forðingar hava stungið seg upp heilt frá byrjanini.
Sambært nýggju tíðarætlanini verður Skúladepilin við Marknagil handaður Mentamálaráðnum móti sumri næsta ár. Hetta er niðurstøðan, nú allar fylgjurnar av teimum nógvu óvæntaðu trupulleikunum, ið hava stungið seg upp, eru gjørdar upp. Arbeiðið er nú komið á rætta kós aftur, og tí ber til at siga, at bygningurin verður handaður móti sumri 2018.
- Hetta hevur verið ein torfør, men neyðug avgerð. Landsverk heldur fast um at raðfesta góðskuna á bygninginum fram um alt annað og arbeiðir hvønn dag fyri at kunna avhenda ein væl úr hondum greiddan bygning. Tað er júst hetta, nýggja tíðarætlanin skal tryggja, at vit fáa ein bygning, ið vit øll eru nøgd við og kunnu fegnast um, sigur Ewald Kjølbro, stjóri á Landsverki.
Avbjóðingarnar í sambandi við byggingina av nýggja miðnámsskúlanum hava flestum kunnugt verið stórar. Eitt nú vóru trupulleikar við teimum fyrstu tekningunum, sum ein undirráðgevi hjá høvuðsráðgevanum, Bjarke Ingels Group, gjørdi. Hesin undirráðgevin, Lemming & Eriksson, fór seinni av knóranum, og tað gjørdi ikki avbjóðingina minni at halda tíðarætlanina.
Í september 2016 boðaði so høvuðsarbeiðstakarin, TG Verk, Landsverki frá, at byggifyritøkan kortini ikki fór at gera arbeiðið liðugt við innilokan. Tað vil siga takið og aðrar størri uppgávur í sambandi við innilokanina. Hetta bar millum annað í sær, at neyðugt varð at leggja eitt fyribilstak á.
Í jólaódnini í fjør hendi so tað, at fyribilstakið skrædnaði, og hetta gjørdi, at arbeiðið fekk enn eitt skot fyri bógvin. Bygningurin gjørdist ótættur, og sjálvt um tað hevur borið til at umskipa nakað av arbeiðinum, so hevur hetta ??? saman við øllum avbjóðingunum, ið frammanundan høvdu stungið seg upp ??? gjørt, at neyðugt var við nýggjari tíðarætlan.
Allir partar í verkætlanini eru sjálvandi tiknir upp á ráð í sambandi við nýggju tíðarætlanina og arbeiða nú eftir hesi tíðarætlan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald