Mentan

Nýggj spennandi bók um fiskimarkið verður løgd fram mikukvøldið

...

2016-09-19 13:30 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 NÝGGJ & SPENNANDI B??K UM FISKIMARKIÐ


"Stríðið um 200 fjórðingar - eisini ein spurningur um EF" snýr seg um eitt spennandi tíðarskeið í føroyskari søgu. Fiskimarksspurningurin fylti nógv í Føroyum upp gjøgnum 50- og 60-árini, men tað var eisini eitt annað rák, ið kveiktist á meginlandinum, sum Føroyar máttu taka støðu til: skuldu Føroyar lima seg inn í EF ella EFTA?

Bókin verður løgd fram mikukvøldið 21. september kl.19.00 á søgu- og samfelagsdeildini (Jónas Broncksgøta 25).

Skrá:
19.00 - Vælkomin

19.05 - Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, greiður frá, hvønn týdning 200 fjórðinga fiskimarkið hevði fyri føroyska samfelagið

19.20 - Vilhelm Johannesen, fyrrverandi blaðstjóri á Sosialinum og landsstýrismaður fyri Javnaðarflokkin frá 1979-1981 & 1985-1989, greiður frá, hvussu fiskimarksspurningurin varð umrøddur í miðlunum.

19.35 - Hanus Samró, rithøvundur, leggur bókina "Stríðið um 200 fjórðingar - eisini ein spurningur um EF" fram.

TILTAKIÐ ER ??KEYPIS - ??LL ERU HJARTALIGA V??LKOMIN!

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder