Vinna

Nýggj grein um rákið sunnan og vestan fyri Føroyar

...

2017-11-30 16:39 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Havstovan:Tann 13 november varð nýggj grein: ???Atlantic water flow through the Faroese Channels??? kunngjørd í vísindaliga tíðarritinum ???Ocean Science???. Greinin er um streymarnar í økinum sunnan og vestan fyri Munkagrunnin, sum hava stóran týdning fyri, hvussu fiskur ferðast gjøgnum økið. Høvuðsgongdina í streymunum gjøgnum okkara havleiðir hava vit kent leingi (sí Mynd 1). ??r útsynningi og vestri kemur tann heiti Norðuratlantsstreymurin, sum ofta eisini verður nevndur Golfstreymurin. Hesin streymur fyllir tey ovastu løgini í havinum kring Føroyar við heitum sjógvi úr Atlantshavinum og heldur tí kalda Eysturíslandsstreyminum burturi frá Landgrunninum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder