Tær fýra útgávurnar fevna víða ??? alt frá V. U. Hammershaimb til mánalending og vatnmyllur í gomlum døgum. Eisini teistin sleppur uppí part á frímerkjum við einum heilt serligum eginleika. Á heimasíðu okkarawww.stamps.fostanda áhugaverdar greinir um øll frímerkini.
V. U. Hammershaimb 200 ár
Eisini Posta fagnar V.U.Hammershaimb, nú tveyhundrað ár eru liðin síðani hann varð borin í heim.
Í hvørji tjóð eru menniskju, ið fáa so stóran týdning, at trupult er at taka samanum teirra langa lív og ómetaliga stóra virksemi og enn minni ta broyting, ið tey skaptu fyri fólkið, mentanina og landið.
Ein tílíkur maður var Venceslaus Ulricus Hammershaimb (1819-1909). Sum mentamaður, málgranskari, embætismaður og sum próstur, var hann við til at gera føroyska skriftmálið. Eisini savnaði hann saman og gav hann út fólkaminni føroysku tjóðarinnar, føroyskar vísur, orðatøk og annan mentanararv. Kim Simonsen hevur lagt til rættis og Ole Wich stóð fyri sniðgeving.
50 ár síðan mánalendingina í 1969
Fjart frá Houston og langt undir mánanum, var við at vera songartíð hjá fýra ára gamla klaksvíksdronginum Edward Fuglø. Hann hevði varnast spenningin millum tey vaksnu og hoyrt frásagnirnar í útvarpinum dagin á tamb og út á kvøldið. Hóast hann ikki heilt skilti týdningin av hóvastákinum, kendi hann á sær, at onkur stórhending stóð fyri framman.
Brádliga var tað sum um spenningurin loystist ??? pápi hansara, Jens, lyfti smádrongin upp av gólvinum, fór til eitt vindeyga við honum og peikaði upp móti hválvinum, meðan hann segði frá um menninar, sum júst høvdu lent á mánanum.
Og her, 50 ár eftir at hendingin fór fram, hevur hann avmyndað gandakendu løtuna á minningarmerkinum fyri søguligu ferðina hjá Apollo 11, tá Armstrong og Aldrin vitjaðu gamla fylgissveinin hjá jørðini.
Europa 2019: teisti
Evnið á ársins Europa-merkjum er fuglar og Posta hevur valt at geva út tvey frímerki við teista, sum Astrid Andreasen hevur teknað. Teisti er ein vakur og eyðkendur fuglur, sum sæst nær landi á øllum oyggjunum. Teistin er álitisfullur og sæst ofta sera tætt við land ??? ja, ofta inni í havnum og ofta nakrir fáir saman. Teistin er friðaður alt árið og telur stovnurin uml. 3000 - 4000 pør.
Frímerkini við teista hava ein heilt serligan eginleika:um tú skannar eitt av frímerkjunum við snildfonini, ber til at hoyra teistan láta. Til hetta krevst ókeypis appin CEE App, sum kann takast niður av App Store og Google Play. Hetta er partur samstarvi millum fleiri lond og geva tey somuleiðis út fuglafrímerki við hesum eginleika.
Vatnmyllur í Føroyum
Í 19. øld gjørdist lítla vatnrætta vatnmyllan ein týdningarmikil partur av føroyska mentanarlandslagnum, og sást allastaðni í føroysku bygdunum. Seinast í 19. øld var tíðin hjá hesi mylluni tó farin og hon varð gloymd ??? líka so brádliga, sum hon kom. Ikki setti hon stór spor eftir seg hvørki í yrkingum, føgrum bókmentum ella í málningalist.
Daniel Bruun (1856-1931) hevur teknað tær báðar vatnmylllurnar, í ávíkavist Sandágerði og Froðba, sum eru myndevni á frímerkjunum. Viðurkendi listamaðurin og gravørurin Martin Mörck hevur graverað.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald