Mentan

Nýggj føroysk søgubók til fimta flokk

...

2017-08-15 13:22 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Søga 5, eitt land í menning, er nýggj søgubók til fimta flokk, sum Erling Isholm hevur skrivað, og Nám gevur út. Bókin heldur fram, har Søga 4, ein søguferð slepti.

15. august 2017

Nýggja skúlabókin byrjar við fýra søguklípum úr 17. og 18. øld, ið knýta eldru søguna úr fyrru bókini saman við nýggjari søguni, sum er evnið í hesari bókini.

- Tað er ein stór og spennandi uppgáva at gera nýtt søgutilfar til miðdeild í fólkaskúlanum, har saknur leingi hevur verið á nýggjum upprunatilfari til undirvísingina. Eg havi hugt at galdandi námsætlan, har dentur verður lagdur á at taka støði í viðurskiftum, sum eru ítøkilig hjá næminginum. Tríggir partar í bókini taka støði í gerandisdegnum hjá næminginum, har evnini eru fótbóltur, bilar og telefonir, sum hvør í sínum lagi siga søguna um tjúgundu øld og fram til okkara tíð. Hetta er ein roynd at gera mangan abstrakta søgu ítøkiliga hjá næminginum. Endamálið er, at næmingurin við hesum evnum gerst tilvitaður um partar av søguni, sum hjá flestu næmingum fylla nógv í gerandisdegnum. Tað eigur at skapa gróðrarbotn fyri størri áhuga og søgufatan, sigur Erling Isholm, høvundar at nýggju søgubókini Søga 5, eitt land í menning.

Fiskivinnan, sum broytir íbúgvaviðurskiftini, bretska herseting og tann veruleiki, at kvinnur koma á arbeiðsmarknaðin, mynda eisini innihaldið í nýskrivaðu søgubókini, sum er netbók, pappírsbók og læraravegleiðing.

Gunvá Magnusen hevur verið ritstjóri, nú Nám gevur út nýggjar søgubøkur til miðdeild í fólkaskúlanum. AnniJanni hava staðið fyri grafiska arbeiðinum.

Kelda: Skúlablaðið-

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder