Gangi eg um heiðar, fjøll og dalarer heitið á nýggjari fløguútgávu, har Ingálvur av Reyni syngur. Talan er um tvífløgur við 30 sangum, 15 á hvørjari fløgu.
Ingálvur, ið var listamálari, var virkin sangari frá ungum árum av og upp í aldrandi ár síni. Hann sang í sangkórinum í Ebenezer. Harafturat sang hann saman við smærri bólkum ??? Sangbrøðrum, Dupultkvartettini í Ebenezer og sum tvísangari, eitt nú saman við Sunnevu Háberg.
Best minnast vit Ingálv sum einsangara og sum ein, ið mangan var at hoyra, tá ið kvøðuljómar ??tvarpsins vóru í hæddini í seksti-, sjeyti- og áttatiárunum. Somuleiðis, tá ið hann sang passiónsálmar um páskirnar, fyriskipaðir av Ívari Iversen og ??lavi Hátún.
Sangupptøkurnar á fløgunum, har nakrar eru saman við áðurnevndu sangarum, fevna um eitt tíðarskeið á gott og væl tríati ár, frá 1958 til 1989.
Í fløguhúsanum, sum er skrýddur við tekningum og málningum eftir Ingálv sjálvan, eru sangtekstirnir at finna eins og søgubrot um Ingálv í sang- og tónleikahøpi.
Fløgan, sum Evangeliska Røddin gevur út, kemur í handlarnar í dag og kostar 189 kr. Evangeliska Røddin hevur heimasíðu,www.evr. fo, har til ber at kunna seg um virksemið hjá EvR.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald