25 mai kemur út nýggja fløga við Eyðun Jacobsen. Heiti á fløguni er "Lívsins løtur". 18 sangir eru á fløguni, har Eyðun sjálvur hevur skriva orð og lag til 8 av teimum.
Tónleikurin er innspældur, gjøgnum seinastu 4 - 5 árini, í Crossroads Studio í Arden NC, av sera dugnaligum tónleikarum undir leiðslu av Jeff Collins og nærum allar røddirnar eru sungnar inn í studionum hjá Erik Biskupstø í Klaksvík.
Eyðun Jacobsen, hevur fingist við tónleik síðani barnaárini, bæði í Føroyum og uttanlanda.
Fyrsta útgávan, hann var við á, kom í 1973. Tað var Betesda Duettin, Jógvan Mortensen og Eyðun Jacobsen, sum góvu út EP plátuna, ??r Himli til jarðar. Hann spældi fast guittar við Kvartettini í Betesda. Hann var við í Miðnáttarsangbólkinum í Runavík, Elim Kvintettini í Søldarfirði og Exodus í Runavík.
Hann búði frá 1983, 17 ár saman við familjuni í Danmark. Har fekst hann nógv við sang og tónleik, bæði sum einstaklingur og í bólkum. 4 útgávur komu meðan hann búði í Danmark, 3 á donskum og ein á føroyskum.
Síðani hann flutti heimaftur í 2000, hevur hann verið sera virkin við sangi og tónleiki, hann hevur givið ut 2 fløgur sum einstaklingur, 2 fløgur saman við døtrunum. Eisini hevur hann luttikið og samskipa fleiri útgávur, m.a. hjá Kelduni, Svein í Prestgarði, Kvartettin í Betesda, ??lavur á Váli Olsen, Oasubrøður.
Eisini samskipaði hann fløguna Tú Leitar, sum bleiv givin ókeypis í 10.000 eintøkum.
Hann hevur eisini skipa fyri fleiri sang og tónleika tiltøkum gjøgnum árini.
Í samband við nýggju útgávuna, vera útgávukonsertir leygarkvøldi 25 mai í Frelsunnarherinum í Havn kl 20 og sunnukvøldið 26 mai kl 20 í Kelduni í Skálafirði.
Eisini luttekur Magni Christiansen.
Tað er ókeypis atgongd.
Sunnumorgunin 26 mai kl. 11, luttekur Eyðun, saman við tónleikarum, á møtinum í Lívdini í Hoyvík.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald