Forlagið GLYVURSNES leggur
bók fram
Rolf
Gutttesen:
???Poul
P.Nolsøe ??? Skúmisleiv og Tjóðarhetja???
496 síður, við nógvum myndum, talvum, yvirlitum og keldum.
Framløgan
verður í Miðlahúsinum í Vágsbotni
Mikukvøldið
4. december kl 19.30-21.00
Poul P.
Nolsöe (1766-1808) ella Nólsoyar-Páll,
sum hann kallast, fyllir meira enn nakar annar í søgubókunum. Men kortini standa
nógvar av søgnunum um hann ikki eina eftirmeting. Hann er vorðin umgyrdur av
mytum.
Poul P. Nolsöe man hava verið bæði ágrýtin og charmerandi,
men eisini rættiliga sjálvráðin. Hann fýrdi ikki fyri at fara lætt um lógir og
avtalur. Men hann bygdi nýggjan bóndagarð á Biskupstøð í Klaksvík, og hann
smíðaði skonnartina Royndina Fríðu, sum hann ætlaði at fiska við. Men har kom
einki burturúr fiskiskapinum.
Bókin gevur eina frágreiðing um teir fimm túrarnar, sum
hann gjørdi til útlandið, hvagar hann fór, og hvat hann hevði í lastini. Har
verður millum annað skjalprógva, at hann tókst við smugling, samstundis sum
hann legði aðrar undir at smugla.
Í nógv ár var Poul P. Nolsöe mestsum burturgloymdur. Men
hvussu gjørdist Poul P. Nolsöe seinni tann tjóðarhetja, sum hann er í dag? Tað
var tann spírandi, romantiska
tjóðskaparrørslan, sum fyri 100-150 árum síðanu uppfann Poul P. Nolsöe av
nýggjum. Tjóðskaparrørslan hevði brúk fyri mytum um stórar menn, sum fyrimyndir.
Her kundi Poul P. Nolsöe fáa pláss.
Gamalt tilfar verður í bókini útlagt av nýggjum, og
nýfunnið tilfar verður lagt fram. Allar útsagnir og uppáhald í bókini eru dokumenteraðar
við kelduávísingum.
|
Forlagið GLYVURSNES v/ Rolf Guttesen Mail: [email protected] Tlf: +45 30 13 31 46 Tíðindaskriv nr 1a,24. November 2019 |
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald