Mentan

Nýggj bók um 3 kendar havnarmenn

...

2021-11-21 10:18 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Bókin snýr seg um tríggjar havnarmenn: rithøvundarnar William Heinesen og Jørgen-Frantz Jacobsen og leikstjóran Eyðun Johannessen.

Hetta er eitt slag av lokalsøgu um listafólk við djúpum tilknýti til skapandi umhvørvið í heimstaðnum.

Men hesir listamenn eru eisini góð dømi um, at føroyska høvuðsstaðarsøgan fer allar vegirog er samstundis bygdarsøga, smábýarsøga og heimssøga.

Listaliga vøggan hjá teimum øllum trimum var eitt amatørumhvørvi, sum ofta er besta gróðrarlendihjá professionellari list. Teir fata seg í ávísan mun sjálvir sum amatørar og kalla seg tídilettantar, amatørar, lívskunstnarar, glataðar spælimenn, autodidaktar, tápufuglar ogobskurantar.

Hetta eru eisini vælumtóktir figurar í teirra verkum. William og Jørgen-Frantz kallaðu seg herumframt barbarar, og Eyðun kallaði seg rabarba, tí hann kom úr Rabarbukvarterinum.

Teir kendu sostatt sínar røtur, men eisini sína styrki. William, Jørgen-Frantz og Eyðungjørdust allir professionellir listamenn, og teir hava ikki einans bygt brýr millum Føroyar og útheimin, men eisini millum amatørlist og yrkislist.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder