2021-10-06 21:11
Jógvan Arge hevur givið út bókina ???Føroyar í andgletti???, sum snýr seg um 1980ini í Føroyum. Hetta er ein spennandi bók um tey ríkiligu áttatiárini, sum føroyingar bøttu fyri við húsagangum, armóð og stórari fráflyting í nítiárunum.
Politiskt vóru hesi árini ófriðarlig. Sundstein & Ellefsen settu sín dám á politikkin. Grann-skoðararnir vóru høvuðsmenn í eini borgarligari samgongu tíðliga í 80unum. Pauli Ellefsen var løgmaður og Jógvan Sundstein løgtingsformaður. Síðst í 80unum vóru teir aftur í samgongu. Nú var Jógvan Sundstein løgmaður.
Pauli Ellefsen kom sum eitt skot upp í politikk í 1974. Fyrsta dagin á tingi varð hann valdur til formann í sambandsflokkinum. Frá 1981 til 1985 var hann løgmaður, hóast hann helst vildi sloppið undan. Í 1990 fór hann eins brádliga úr aftur politikki av eini ósemju um, hvussu ráfiskurin skuldi býtast millum flakavirkini.
??friður var á arbeiðsmarknaðinum um nýggja ískoytispensjón. Í 1985 og 1987 noyddist løgtingið saman sjálvan Kristi Himmalsferðardag at samtykkja lønirnar hjá arbeiðarafeløgunum, sum vóru ójavnar. Oyggjarvegurin var blokeraður og alivirkið Harenga slapp ikki at seta smolt út. Tá legði løgreglan upp í leikin.
Áttatiárini var ferðin nógv eins og pengarnir. Men gongdin tóktist ikki burðardygg, og vandi var fyri skrædli. Ein nýggjur farmaskipafloti, sum Pauli Ellefsen var forsprákari fyri, fór mestsum allur av knóranum, og sama hendi einum framkomnum fiskiskipapakka hjá Atla Dam, sum ei heldur kláraði at svara hvørjum sítt.
Uttanlandsskuldin bara vaks. Tá tiltøk vórðu sett í verk, endaði alt meir av skuldini í landskassa-num, sum mátti læna upp aftur meir fyri at vera nøkurlunda ajour. Ráðgevandi nevndin hjá donsku stjórnini var ikki álvulig við støðuna.
Í øllum hesum rokanum varð stóra tangaskipið ???Kate Mærsk??? bumbað í Persaflógvanum í 1988. Skipari var Eigil Hansen í Havn. Ein exocetrakett rakti ???Kate Mærsk??? í bakborði. Eldur kom í á brúnni og í manningarrúmunum. Ein maður doyði.
Bókin er tann sjeynda í røðini ???Mín krýnika???.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald