Nýggj Bíbliulesiætlan fyri 2019/20 er nú komin. Hon er at fáa runt alt landið í kirkjum, fríkirkjum og samkomum. Bíbliulesiætlanin í ár byrjar nú sunnudagin 1. sunnudag í advent, sum í ár er 1. desember.
Hví bíbliulesiætlan?
Tað er ein avbjóðing hjá teimum flestu at lesa skipað í Bíbliuni. Men við bíbliulesiætlanini hava vit eitt hent amboð, sum kann lætta um dagligu avbjóðingia. Lesiætlanin er ein kalendari við útvaldum skriftstøðum til hvønn dag í árinum, og sunnudagar fylga tekstarøðini í Fólkakirkjuni. Endamálið er at geva føroya fólki eitt amboð til skipaðan lestur í bíbliuni.
??ll hava gagn av at lesa Bíbliuna
Tað stendur øllum frítt at lesa Bíbliuna sum tær lystir. Tey flestu lesa helst einsamøll, meðan onnur lesa saman. Summi lesa frá byrjan til enda, og onnur í brotum. Í øllum førum er bíbliulestur ein kelda til lív, íblástur og uggan í tungum sum góðum døgum.
Einstaklingar kunnu bíleggja eina ókeypis Bíbliulesiætlan frá Føroyska Bíbliufelagnum á tlf. 787826 ella t-posti: [email protected]
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald