Vinna

Nýggir varaleiðarar á Dagstovnaøkinum í Vágs kommunu

....

2018-02-21 14:17 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Karina Viderø Dahl og Eyðhild Mørk nýggirvaraleiðarar á Dagstovnaøkinum í Vágs kommunu

Vágs kommuna hevur seinastu árini arbeitt miðvíst við at bjóða eina so góða tænastu sum tilber á dagstovnaøkinum.Sum liður í hesum er nú tveir nýggir varaleiðarar settir í starv.

Dagstovnaøkið hevur høga raðfesting í Vágs kommunu. Í 2013 varð nýggi dagstovnurin Eikilund tikin í nýtslu í 2013. Nýggjar barnagarðsstovur vórðu gjørdar í Vágs Skúla í 2017. Og arbeitt hevur eisini verið miðvíst við innihaldsliga partinum við tí fyri eyga at bjóða so góða tænastu sum tilber.

Ein liður í hesum hevur fevnt um at styrkja um leiðslutoymið, sum er víðkað soleiðis at tveir nýggir varaleiðarar eru settir á dagstovnaøkinum, afturat Anna Maria E. Jacobsen, sum er leiðari á dagstovnaøkinum í Vágs kommunu.

Nýggju varaleiðararnir eru Karina Viderø Dahl og Eyðhild Mørk, sum báðar eru námsfrøðingar.Karina V. Dahl er námsfrøðingur í elsta árganginumá dagstovnaøkinum, sum heldur til í nýggju barnagarðsstovunum í Vágs Skúla.. Eyðhild Mørk er námsfrøðingur í starvi í dagstovninum Eikilund.

Dagstovnaøkið er eitt stórt økið hjá Vágs kommunu við nógvum starvsfólkum og børnum, og ikki minst við kontaktflatu til sera nógv foreldur. -Vit raðfesta høgt at bjóða so góða tænastu sum tilber á dagstovnaøkinum, tí tað er jú í hesum árgangunum, at týðandi grundarsteinar hjá børnum okkara verða lagdir ??? og ein liður í hesum er at styrkja um leiðslutoymið, sigur Dennis Holm borgarstjóri.

Karina Viderø Dahl og Eyðhild Mørk eru settir sum varaleiðarar frá 1. februar 2018 at rokna.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder