Í 1967 byrjaðu summarlegurar í Zarepta í Vatnsoyrum. Sunnasta húsið var júst bygt og legur vórðu skipaðar fyri børn og ung. Fyrstu árini vóru legurnar hildnar fyri gentur og dreingir hvør sær. Legurnar øktust ár undan ári og skjótt gjørdist hetta húsið ov lítið, og í 1977-78 varð nýtt hús bygt afturat norðanfyri hitt húsið. Legurnar eru øktar í tali og vavið, og seinastu mongu árini hava legur verið frá frá dýra biðidegi til heystferiuna. Um veturin brúka samkomurnar húsini og skipa sjálvar fyri vikuskiftislegum.
Tíðirnar broytast og krøvini við, og nú er triðja húsið bygt norðanfyri hini bæði. Eisini er stórt parkeringspláss gjørt. Í hesum húsinum eru 12 gentukømur, umframt stova og skrivstova, sum nú eru liðug. Harafturat eru spælihøll og svimjihylur í hesum húsinum, men tey eru ikki liðug enn.
Ísamb. við at nýggja húsið verður tikið í brúk, verður bjóðað til móttøku leygardagin 21. mai, kl. 14-17. Her ber til at síggja nýggja húsið og eisini at fáa drekkamunn. Kl. 15-16 verður hátíðarløta í salinum, við sangi, framførslu og talum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald