Vinna

Nýborg fekk ein sjógv - tyrlan boðsend

...

2018-01-05 19:25 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Tað var um hálvgum fimmtíðina seinnapartin í dag at MRCC fekk boð frá Eysturbúgvanum um, at Nýborg hevði fingið ein sjógv - fleiri rútar vóru brotnaðir, maskinurnar slóknaðu og ein maður hevði fingið skaða - brotnan arm.

Eysturbúgvin og Vesturbúgvin vóru á leiðini har Nýborg var - teir vóru umleið 130 fj. suður úr Akrabergi.

Avgjørt varð at senda tyrluna til hjálpar, hon fór úr Vágum umleið ein tíma seinni, teir hava fingið skadda mannin upp av skipinum og verða á Havnini nú kl. 19.45.

Motorarnir á Nýborg eru fingnir aftur í gongd, teir sigla við 5-míla ferð norðuryvir og verða fylgdir av Eysturbúgvanum og Vesturbúgvanum.

Frá MRCC verður sagt, at Brimil og Vædderen eru á veg ímóti Nýborg, Vædderen verður frammi beint eftir midnátt og Brimiil verður hjá Nýborg kl. 2 í nátt.

Sagt verður frá batnandi veðri sunnanfyri.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder