Mentan

Nú verður mentanarnáttin í Pakkhús 5

...

2018-07-17 07:47 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Mentanarnáttin, ið varð avlýst á Tvøroyri 6. juli, er nú lýst at vera komandi fríggjadag, og luttekur savnið í gamla pakkhúsinum á havnalagnum við fjølbroyttari skrá.

Dyrnar lata upp klokkan 16.00, og tá ber til at síggja føstu framsýningina á miðhæddini, ið sigur frá handils-, skipa- og ættarsøguni hjá T.F.Thomsen, umframt tvær nýggjar framsýningar í kjallaranum. Onnur greiðir frá spennandi søguni um sluppina Albert, meðan hin leggur dent á at siga søguna um tær vørur, ið Thomsen keypti inn, framleiddi og flutti av landinum.

Í kjallaranum kunnu gestir eisini sessast og keypa sær eina Sluppøl, sum til høvið hevur fingið etikettir við sluppum hjá Thomsen.

Klokkan 16.30 verður áhugaverdur fyrilestur í pakkhúsinum. Tá fer journalisturin og rithøvundurin Helgi Jacobsen at halda fyrilesturin ???Tvøroyri og heimsins besti klippfiskur???. Helgi er søgufróður sum fáur, og hevur útgivið ikki færri enn 12 bøkur um m.a. bygda- vinnulívs- og ítróttarsøgu.

Klokkan 20.00 verður tónleikur á skrá. Tá spælir saksofonisturin Christan Herluf Pedersen, ið er hálvur tvøramaður og oldurabbasonur fyrsta T.F. Thomsen nøkur løg. Christian Herluf er útbúgvin á kongaliga tónleikaraháskúlanum í Svøríki, har hann eisini búleikast sum djasstónleikari.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder