Politikkur

Nú skulu politikarar og flokkar upplýsa um privatan stuðul

...

2014-10-21 12:53 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Tíðindaskriv: Í dag leggur Kristina Háfoss, løgtingskvinna, vegna Tjóðveldi fram lógaruppskot, ið tryggjar, at almenningurin kann fáa innlit í, hvussu politiskir flokkar, løgtingslimir og valevni fíggja valstríð og virksemi teirra, herundir hvør privatur stuðul verður latin flokkum, løgtingslimum og valevnum.

Hetta verður gjørt við, at politiskir flokkar skulu gera roknskap, ið eitt nú skal innihalda upplýsingar um inntøkukeldur floksins. Herundir upplýsingar um møguligan privatan stuðul, og frá hvørjum hesin kemur. Eisini skal í frágreiðing til roknskapin upplýsast, um løgtingslimir ella valevni floksins móttaka privatan stuðul.

Um talan er um uttanflokka valevni ella uttanflokka løgtingslim, og viðkomandi móttekur privatan stuðul, skal viðkomandi lata fyrisitingini hjá Løgtinginum frágreiðing um møguligan stuðul.

??ll kunnu síðan fáa innlit í roknskap og frágreiðingar hjá fyrisitingini hjá Løgtinginum.

Í dag eru politiskir flokkar, løgtingslimir og valevni ikki áløgd at upplýsa alment um møguligan privatan stuðu

l. Hetta ger, at almenningurin ikki veit um og í hvønn mun politiskir flokkar, løgtingslimir og valevni eru privat stuðlað og harvið hava fíggjarligt tilknýti til privatar stuðlar.

Hetta lógaruppskot vil broyta hesa støðu, og tryggja innlit í, hvørjar inntøkukeldur politiskir flokkar hava, og hvørt valevni og løgtingslimir eru fíggjað av privatum stuðlum.

Harvið gerst gjøgnumskygnið og rættartrygdin størri í politisku skipanini í Føroyum.

Lógaruppskotið er viðfest


Á Løgtingi, 21. oktober 2014

Tjóðveldi

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder