Tað undrar meg, at tað ikki er komið fram í nøkrum av fjølmiðlunum í Føroyum, og eg ivist í, hvussu nógv fólk vita um hetta sera prinsipiella málið, at sjálvur kirkjuministarin í Føroyum, landsstýriskvinnan, Rigmor Dam, hevur lagt uppskot fyri tingið um broytingar inni á tí kirkjuliga økinum, sum kirkjan ikki hevur nakað ynski um, og sum alt tað kirkjuliga baklandið sigur seg ikki kunna viðmæla
Uppskotið, sum Rigmor Dam hevur lagt fyri tingið, er løgtingsmál nr. 102/2016: Uppskot til løgtingslóg um broyting í anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om ægteskabs indgåelse og opløsning (Nágreining í lógarregluni at signa borgaraliga stovnað hjúnalag), her beinleiðis verður farið inn at taka ein lógartryggjaðan verjugarð rundan um kirkjuna burtur, soleiðis at tað nú bara skal eitt ritual til, at tvey av sama kyni kunnu verða signað í kirkjuni.
Hóast landsstýriskvinnan í viðmerkingum til lógina roynir at bagatellisera hetta, so er sannleikin tann, at líka síðan tann danska grundlógin varð sett í gildi í 1849, hevur verið siðvenja og ein óskrivað lóg, tá ið tað kemur til kirkjuliga lóggávu, at skiftandi kirkjuministarar og ??? síðan kirkjan varð yvirtikin í 2007 ??? eisini landsstýrismenn í kirkjumálum hava víst stóra virðing og ógvuliga varisligt skynsemi, og eingin hevur funnið uppá at lóggeva á tí kirkjuliga økinum, uttan so at ynski er komið frá kirkjuni sjálvari.
Og um broytingar skulu gerast á tí kirkjuliga økinum, so byggja tær sjálvandi á, at eitt stórt forarbeiði er útint og álit skrivað frá nevndum, arbeiðsbólkum ella kommisiónum, har biskupar, próstar og aðrir teologar og løgfrøðingar hava luttikið.
Tað var eisini tann greiða avtalan, tá ið arbeitt varð við at yvirtaka kirkjuna. Málið var, at fólkakirkjan skuldi yvirtakast, so hon kundi halda fram í verandi bygnaði. Hetta var ógvuliga stórur dentur lagdur á.
Tí er ræðandi at uppliva, at sjálvur kirkjuministarin í Føroyum, sum fyrst og fremst skuldi havt til uppgávu at vart kirkjuna, nú bara 10 ár eftir yvirtøkuna skal bróta hesa siðvenju og enntá ganga beint ímóti einum tilmæli frá øllum tí kirkjuliga baklandinum og mæla til at lóggeva so nær at kirkjuni, ja, inn í kirkjuna, uttan at kirkjan hevur havt nakað ynski um tað og enn minni hevur verið við í nøkrum forarbeiði.
Føroya Stiftsstjórn og biskupur, Felagið fyri kirkjuráðslimir og Prestafelag Føroya siga í felags hoyringarskrivi:
???Vit meta tað vera prinsipielt skeivt at blanda borgarligt lógarsmíð og kirkjuligt lógarsmíð saman, og at fólkakirkjan verður drigin upp í politiskar avgerðir, ið ikki viðvíkja kirkjuligum viðurskiftum. ??? Broytingar í innaru viðurskiftum fólkakirkjunnar skulu fara fram eftir ynski fólkakirkjunnar. ??? Vísandi til omanfyri standandi kunnu vit av prinsipiellum orsøkum ikki viðmæla fyriliggjandi broytingaruppskoti.???
Tað, sum vit eisini skulu leggja til merkis, er, at nú er hetta málið blivið eitt samgongumál, og eg eri bangin fyri, at sjálvur løgmaður trýstir á at fáa hetta ígjøgnum.
Mín spurningur er, hvussu tað ber til, at eingin í samgonguni torir at steðga hesi óhugnaligu gongd. Tað mátti tó í minsta lagi verið onkur í Javnaðarflokkinum, sum vaknaði. Hugsi mangan um teir gomlu javnaðarmenninar, hvussu teir høvdu grátið í dag, Jákup Frederik ??regaard, Poul Jacob Olsen, Jørgen Thomsen, Hilmar Bech o.a.
Vælsignaðu fólk, steðgið landsstýrinum, nú tey bróta alla siðvenju og beint ímóti teimum avtalum, ið vórðu gjørdar, tá ið kirkjan varð yvirtikin, fara at lóggeva inni á tí kirkjuliga økinum, sjálvt um als einki ynski um hetta er komið frá kirkjuni, og sjálvt um Føroya Stitsstjórn, Felagið fyri kirkjuráðslimir og Prestafelag Føroya beinleiðis siga, at tey ikki kunnu viðmæla uppskotinum!
Verður henda siðvenjan brotin, er stórur vandi á ferð. Tí har ein skriðan er lopin, er onnur væntandi.
Jógvan á Lakjuni,
løgtingsmaður og fyrrverandi landsstýrismaður í kirkjumálum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald