Mentan

Norskt skemt á Tjóðpallinum

...

2019-03-26 16:31 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Leygardagin 30. mars hevur Tjóðpallur Føroya vitjan av kenda norska Grenland Friteater, ið framførir tveir stuttar og stuttligar leikir við tveimum av sínum royndastu leikarum. ???At duga at detta??? við Lars Vik og ???Lívið sum mannfólk??? við Geddy Aniksdal. Báðir leikirnir eru at kalla sjálvsævisøgur hjá leikarunum, sum hava starvast á Grenland Friteater síðan leikbólkurin byrjaði fyri 43 árum síðani.

Lars Vik hevur í nógv harrans ár spælt leiklutin sum ???Fritjof Fomlesen,??? bæði í leikhúsi, filmi og sjónvarpi. Hesin láturligi og hjálparleysi persónurin eigur sínar røtur í gomlum stumm-filmum hjá serliga Charlie Chaplin og Buster Keaton, og Lars Vik leiðir okkum í leikinum ???At duga at detta??? ígjøgnum sína longu ferð við hesum leiklutinum og hvussu hann hevur lært seg tað serstaka kynstrið at detta ??? sum er ein list, vit ikki vanliga geva okkum nógv far um.
Geddy Aniksdal fortelur í leikinum ???Lívið sum mannfólk??? um, hvussu hon vaks upp í arbeiðarastættini í Bergen, arbeiddi á eini seymistovu, spældi síðani sjónleik á gøtuni og endaði í einum leikhúsi har hon næstan ikki hevur spælt annað enn mannfólk síðani. ???Hví hesir leiklutirnir? Komu teir til mín, ella leitaði eg eftir teimum???? spyr hon í leikinum. ???Mær dámar væl hesar menninar hjá mær. Teir geva mær í øllum førum stórt frælsi,??? leggur hon afturat.
Grenland Friteater byrjaði sítt virksemi í 1976, og hevur síðani frumsýnt 148 leikir sum gott og væl ein millión áskoðarar í 33 ymiskum londum hava sæð. Tey hava altíð duga at lagt dent á skemtið, og báðir hesir leikirnir vit sleppa at síggja hava eisini sett tað stuttliga í hásætið, hóast evnini eru álvarslig.
Leikirnir eru umleið 40 minuttir hvør og støðgur er ímillum. Sýningin er á Tjóðpalli Føroya leygardagin 30. mars kl. 19.30. atgongumerki fáast á tjodpallur.fo

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder