Mentan

Norrøna felagið í Føroyum

...

2016-05-17 17:01 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

nordeniskolen.org

Innbjóðing

Í sambandi við at stóri norðurlendski læruportalurin nordeniskolen.org nú verður tøkur á føroyskum, verður eitt lítið hátíðarhald áNámi (Mentamálaráðnum), Hoyvíksvegur 72, mikudagin 18. mai klokkan 09.15.

Her fer Rigmor Dam, landsstýriskvinna, alment at lata upp fyri føroyska partinum av hesum stóra læruportalinum, sum vendir sær til lærarar og næmingar frá 1. flokki upp til miðnámsskúla. Høvuðsfakini á portalinum eru Mál & Mentan og Veðurlag & Náttúra við eini ørgrynnu av greinum, søgum, frásøgnum og filmum við tilhoyrandi uppgávum, ið eru lagaðar eftir aldursstøðinum.

Á nordeniskolen.org er eisini møguligt at finna vinaflokkar úr øðrum Norðurlondum.

Nordeniskolen.org er ein læruportalur, mentur av FNF, Samband norrønu felaganna, og á tiltakinum mikudagin er Thomas Henriksen, verkætlanarleiðari, til staðar og kann greiða nærri frá tilboðnum.

vegna Norrøna Felagið og FNF

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder