Mentan

Norðurlendskur skjalasavnsdagur - ???Opið hús??? á Landsskjalasavninum

...

2017-11-01 20:42 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Tíðindaskriv.

Norðurlendskur skjalasavnsdagur - ???Opið hús??? á Landsskjalasavninum:

S??GULIGAR KELDUR

???Tá Pól hitti krúnprinsin???. Fyrilestur um Danmarkarferð hjá Pól á Látrinum í 1836

Á hvørjum ári verður, í øllum norðurlondum, hildin Skjalasavnsdagur í november mánaði.

Landsskjalasavnið hevur í hesum sambandi ???opið hús??? leygardagin 4. november, tá opið er fyri almenninginum frá klokkan 14 til 18. Høvi verður at vitja lesistovu og høvuðsgoymslu í V.U.Hammershaimbsgøtu 11. Vanliga eru tað bert starvsfólk á savninum, ið hava atgongd til goymslurnar

Á Landsskjalasavninum eru skjøl og savnindi, ið viðvíkja nærum øllum í Føroyum.

Savnindi frá 1298 og fram til okkara dagar eru til skjals og siga tey øll frá ymsum, ið er farið fram í Føroyum millum ár og dag.

Nógvu skjølini, ið eru varðveitt á teimum fimm kilometrunum av hillum, ið Landsskjalasavnið rúmar, eru keldur til Føroya søgu. Nógv teirra eru nýtt í sambandi við bókaútgávur, og verða nøkur av hesum tikin fram leygardagin og sýnd fram saman við teimum søguligu og siðsøguligu verkunum tey stuðla undir.

Eisini verður áhugaverdur fyrilestur.

Klokkan 15 fer Sámal Tróndur Finnson Johansen, landsskjalavørður, at halda fyrilestur, ið hann nevnir ???Tá Pól hitti krúnprinsin???. Fyrilesturin byggir á ferðadagbók hjá Pól á Látrinum frá ferð hann gjørdi til Danmarkar í 1836.

Fyrilesturin verður í Loftsstovuni á Føroyamálsdeildini.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder