Aftur í ár verður skipað fyri norðurlendskum jólahugna í Reinsarínum í Tórsgøtu í Havn.
Tað eru norðbúgvar, búsitandi í Føroyum, sum syrgja fyri jólahugnanum saman við Norrøna Felagnum í Føroyum.
Endamálið við hesum ókeypis tiltakinum fyri alla familjuna er at geva føroyingum høvi til at uppliva smakkin og angan, sum íslendingar, norðmenn, sviar danir, grønlendingar og finnar seta í samband við jólahugna.
Hetta er triðja árið, at skipað verður fyri hesum tiltakinum, sum byrjar klokkan 11 og endar út á seinnapartin um tað mundið, sum jólamenninir ætlandi skulu koma við skipi inn á Havnina.
Unnið tykkum og børnunum ein túr í jólapyntaða Reinsaríið fyri at vita hvussu til dømis grønlendskt palaannguit, svenskt gløgg og danskar holukøkur smakka. Høvi verður eisini hjá børnunum at skriva og/ella tekna eina jólaheilsan til jólamannin í Grønlandi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald