Týsdagin 30. mai skipar NVL ??? Nordisk Netværk for Voksnes Læring ??? fyri vegleiðaraseminari í Norðurlandahúsinum. Heitið á seminarinum er ???Vegleiðing nær og fjar???, og hugt verður serliga at kunningar- og samskiftistøkni í vegleiðing.
Við støði í at vegleiðing er tvørgreinaligt amboð og grundtreyt fyri lívlangari læru í praksis, staðfesta fyrireikararnir, at átøk og strategisk mál fyri útbúgingarpolitikk eiga at fevna um heildarætlan fyri vaksnamannaútbúgving og landsumfevnandi ætlan fyri, hvussu vegleiðing sum amboð kann gagna skúlabørnum, lærlingum, miðnámslesandi, teimum á hægri lestri eins og vaksnum á arbeiðsmarknaðinum, arbeiðsleysum og tilflytarum í teirra karrieruspurningum.
Fyrilestrahaldarar úr Skotlandi, Álandi, Finlandi og Føroyum lýsa við støði í royndum og gransking týdningin av KT sum amboði í vegleiðing, og hvussu avgerandi KT-førleikar eru í einari heildarætlan fyri vegleiðing, útbúgving og karrieru.
Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum bjóðaði luttakarum og gestum vælkomnum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald