Eftir 5 dagar við frálíkum jazzi, verður nú farið undir 2-daga langa endabrestin av Vetrarjazzi 2020.
Fríggjadagurin bjóðar 4 konsertir við norðurlendskum bólkum: føroyskt/donsku The Betty Quartet, føroyskt/danskt/svensku Vi bygger en raket!, norsku Kjetil Mulelid Trio og føroyskt/norsku M.D.R.N. Eisini verður nakað so forkunnug sum technojazz á skránni umframt sjálvandi eitt jam-session.
Leygardagin byrjar sum familjudagur í Norðurlandahúsinum við einari konsert fyri børn og einari, har børn sjálvi spæla jazz. Shopparar í SMS verða undirhildnir við góðum jazzi frá Fýrklang og Resterne af Rigsfællesskabet bjóða eina ljóðinstallatión og eina konsert at leggja stemningin uppundir stóru konsertin við Tórshavnar Big Bandi, har ikki færri enn 8 heimsfrumframførslur verða á skránni. Big Bandið er samansett nærum útilokandi við føroyskum yrkistónleikarum og afturat sær hesaferð hava tey 5 einastandi sangarar: Jamin Mote, James Olsen, Olvheðin Jacobsen, Daniu O Tausen og Eyðfinn B. Lamhauge.
Og so endar alt á Blábar, har royndi jazz-sangarin James Olsen fer at funka okkum øll í veitslustemning.
Lesið meira á facebook.com/vetrarjazz
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald