2015-09-05 03:28
Norður-Írland vann 3-1 á Føroyum, eftir at hálvleiksstøðan var 1-1.
Tað var Norður-Írland, sum kom á odda eftir at 12 minuttir vóru leiktir, men føroyingarnir mannaðu seg væl upp, og eftir at Sonni Ragnar hevði eitt gott innlegg frá baklinjuni, setti Jóan Símun Edmundsson bóltin í netið til 1-1, sum eisini gjørdist hálvleiksstøðan.
Men sami maður, sum javnaði fyri Føroyar fekk tvey óneyðug gul kort, sum gjørdist til eitt reytt kort og so máttu Føroyar leika við einum manni minni, tað gjørdi, at vit ongantíð mannaðu okkum orduliga upp aftur, írarnir fingu lætt spæl og fingu tvey mál, teir vunnu sostatt dystin við 3-1.
Sí myndir HER:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald