Hesavikuna hevur 9a á Giljanesi havt vitjan úr Litava og Finlandi. 20 finnlendingar og 17 litavar hava vitjað
Í mai 2018 vóru tey í 9 fl. á Giljanesi og vitjaðu í Plunge í Litava og í oktobur vitjaðu tey í Kestila í Finlandi.
Hesa tíðina hava tey arbeitt við sagnum og mytum. Sigast má at væl er komið burturúr, og samstavið hevur verið sera gevandi og mennandi fyri allar partar.
Næmingarnir hava búð heima hjá hvørjum øðrum meðan tey hava vitjað
Hetta gevur serligt høvi at læra um nýggja og ørðvísi mentan, og nýggj vinarbond eru knýtt.
Í Føroyum hava teir hugsavnað seg um sagnirnar um Nykin, Kópakonuna, Risin og Kellingin, ??li Rami og Tóri Rami og Eiriksboði.
Framførðslur og myndir hevur verið partur av verkætlanini, og gestirnir hava fingið høvi at vitja okkara vøkru oyggjar Sjálvand var eisini ein túrur at heilsa uppá Kópakonuna partur av hesum. Alt í alt ein frálík vika.
Í juni fær 8.b á Giljanesi vitjan úr Sareemaa og Grønlandi. Eisini samstarv við Nordplus. Tey arbeiða við dálking.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald