Vinna

Norðoya Sparikassi 5 milliónir í avlopi fyrra hálvár 2018

...

2018-07-27 16:12 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

??rslitið eftir skatt fyrra hálvár 2018 var eitt avlop á 5 mió. kr. í mun til 8,1 mió. kr. sama

tíðarskeið í 2017.

Orsøkin til afturgongdina er niðurskriving av fastognum, sum eftir vitjan varð áløgd av Fíggjareftirlitinum.

Virksemið økist støðugt

Vøksturin í útlánum var 3,9 % ella 66 mió. kr. ??tlánini øktust úr 1.809 til 1.875 mió. kr.

Vøksturin í innlánum var 2,0 % ella 45 mió. kr. ??? úr 2.227 mió. kr. upp í 2.272 mió. kr.

Innlánsavlopið var 397 mió. kr. pr. 30. juni 2018.

Líkt er til, at ábyrgdarar hava álit á sparikassanum og eru væl nøgdir við rentuna, sum

er 5 %. Sparikassin hevur seinastu árini merkt stóran áhuga fyri at seta pening í

ábyrgdarfæ. Samlaða ábyrgdarfæið var pr. 30. juni 2018 kr. 20.135.000, móti kr.

19.806.000 við ársbyrjan 2018. Hetta er ein øking upp á kr. 329.000, ella 1,7 %.

Gjaldføri og solvensur

Gjaldførið er gott. Pr. 30. juni 2018 var yvirdekningurin sammett við lógarkravið 157 %.

Eisini solvensurin er góður. Pr. 30. juni 2018 var solvensurin 19,3 %, meðan individuelli

solvenstørvurin var 10,3 %. Harvið var solvensyvirdekningurin 9 % -stig.

Samanumtikið er sparikassin nøgdur við gongdina higartil í ár.

NORÐOYA SPARIKASSI

Marner Mortensen, stjóri

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder